Herfølge kendi tað sum sigur

Í AB vóru teir vónbrotnir um málleysa javnleikin, meðan teir róptu hurrá í umklæðingarrúminum hjá Jákupi Mikkelsen og teimum

 

Í AB vóru teir vónbrotnir um málleysa javnleikin, meðan teir róptu hurrá í umklæðingarrúminum hjá Jákupi Mikkelsen og teimum



Málleyst, nógv órudduligt spæl og sjey gul kort. Donsku fjølmiðlarnir hildu ikki, at tað var nakað at reypa av, sum hevði verið at sæð í Gladsaxe seinnapartin sunnudagin. Har hevði Herfølge vitjað og stríðst fyri lívinum ímóti AB, sum eisini er illa spert í bortnstríðnum av superliguni.

Í AB umklæðingarrúminum vóru teir ikki í góðum lagi eftir loki stríð. Tað tóktist sum um teir hildu seg hava mist tvey stig í staðin fyri at hava vunnið eitt.

Í Herfølge umklæðingarrúminum var lagið gott. Har róptu teir hurra, tí teir høvdu vunnið eitt stig. Jákup Mikkelsen hevði í fyrsta dystinum eftir landsliðsferðina í Luksemburg og Russlandi megnað at halda tætt. Hann varð ikki settur á nógvar stórar royndir, men tá teir úr brotsteiginum heilfluktaði móti málinum, var hann á rætta plássinum og helt bóltinum.

Avgerandi

John Faxe Jensen, Herfølge venjarin, hevði sett seg sjálvan á miðvøllin, og hann var ovurfegin fyri javnleikin. Hóast Herfølge framvegis er tvey stig niðanfyri AB í kappingini fyri at sleppa undan niðurflytingarplássinum, so bendi lagið eftir dystin á, at tað er Herfølge og ikki AB, sum hevur sinniliga yvirskotið.

? Dysturin var sera týdningarmikil fyri okkum. Vit hava bara hugsað um túrin til Gladsaxe. Nú fara vit at hugsa um og fyrireika okkum til næsta dystin, staðfesti John Faxe Jensen. Hóast liðið hjá honum er evni til niðurflyting, so verður hildið, at eingin venjari í superliguni situr tryggari í stólinum, enn venjarin hjá Herfølge ger tað. Fyri ikki so langari tíð síðani varð sáttmálaskeiðið longt, soleiðis at tað er galdandi trý ár afturat.

Næsti dysturin, sum Faxe sipaði til, er tann komandi sunnudag. Tá fær Herfølge vitjan av botnproppinum úr Haderslev. Hetta liðið kallast nú HFK Sønderjylland.

Suðurjydarnir høvdu sunnudagin vitjan av FC Midtjylland, sum fór til hús aftur við 3?2 sigri.

AGF liggur tungt

Mest umrødda avrikið í Danmark sunnudagin var tað hjá AGF. Teir taptu 5?1 í Aalborg. At siga at tað varð tosað um avrikið hjá AGF, er ikki rætt. Tað varð heldur tosað um, at AGF var púra máttleyst.

Fyri Herfølge og teirra møguleikar fyri framtíðar luttøku í superliguni, hava úrslitini hjá AGF áhuga. At AGF tóktist tørva stórt sjálvsálit, og at spælararnir ikki tóktust vera uppsettir, halda danskir fjølmiðlar komast av, at tað stendur heilt illa til fíggjarliga í stóra felagnum í Århus. Leygardagin megnaðu teir akkurát at sleppa undan húsagangi, tá teir í evstu løtu kláraðu at skava eina millión saman.

Eingin Johan

Tað hevur í vár ikki ligið serliga væl fyri hjá Johan B. Hansen, føroyska landsliðsmanninum í OB. Hann hevur ikki megnað at vunnið sær fast pláss ímillum teir fyrstu ellivu á liðnum hjá OB, og mikudagin mundi tað kennast snópið og sum eitt vónbrot, at Allan Simonsen heldur valdi Pól Thorsteinsson til miðverjupláss enn OB mannin.

OB hevði sunnudagin vitjan av Lyngby. Úrslitið var 1?1, og tað halda teir í Lyngby, at teir hava alla orsøk at vera væl nøgdir við.

Venjarin og onkrir av spælarunum hjá Lyngby søgdu seg troysta seg við, at tá tað eydnaðist teimum at fáa eitt stig burturúr, tá teir høvdu so vánaligan hugburð til avbjóðingina, so kundi tað ikki fara at liggja heilt illa fyri í DM kappingini.

jh