Í fyrradagin fóru teir í Danmark undir langa endaspurtin í kappingini um DM í ár 2000. Øll liðini vóru í eldinum uttan Lyngby og liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Jákupi Mikkelsen. Hesi bæði liðini hittust á Lyngby stadion í gjárkvøldið, eftir at hetta blaðið var farið til prentingar.
Tað verður ikki fyrrenn í morgin, at vit kunnu siga meiri um dystin í Lyngby, men longu sunnukvøldið kundu Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge staðfesta, at uttan mun til úrtøkuna móti Lyngby, so hevði vikuskiftið við sær, at Herfølge fór at standa sterkari í DM kappingini, enn teir gjørdu undan vikuskiftinum.
Sigur ella javnleikur móti Lyngby fór at hava við sær, at munurin niður til Brøndby á øðrum plássi fór at togna til sjey ella níggju stig. Um Lyngby vann, fór munurin niður til Brøndby, sum Herfølge fær vitjan av komandi sunnudag, framvegis at vera seks stig, men nú hevur Brøndby ein dyst færri at vinna munin innaftur í, og tað hevur sjálvsagt við sær, at Herfølge stendur betri í tí.
Todi uttanfyri
Í síðstu viku vónaði Todi Jónsson her í blaðnum, at liðbandsskaðin í knænum ikki var so álvarsligur, at hann fór at hava við sær, at Todi ikki kundi spæla í sjónvarpsdystinum í Aalborg.
Men tíverri vísti skaðin seg at vera so mikið álvarsligur, at Todi ikki fekk spælt, og tað kom illa við hjá FCK. Peter Christiansen, sum er komin frá Vejle, spældi á ytsta miðvallarplássinum í vinstru. Hann kom ikki á vøllin eftir steðgin. Tá kom suðurafrikanarin Sibusio Zuma inn í álopið.
Nýggi álopsmaðurin var sera vandamikil, og í síðstu løtu skoraði hann eitt mál. Dómarin kolldømdi fyri rangstøðu, og tað vóru FCK venjarin, Kim Brinck, og nógv onnur, sera illa nøgd við. Víst varð á, at Niclas Jensen legði innfyri frá baklinjuni í vinstru.
FCK hevði greiða yvirvág í spæli, men teir sjey túsund áskoðararnir staðfestu, at einki mál varð skorað.
Óli uttanfyri
AGF er illa spert í botninum í superliguni. Tá OB vitjaði, vóru teir 4.900 áskoðararnir greiðir yvir, at talan so at siga var um seks stigs dyst, tí OB hevur eisini verið millum liðini, ið hava havt stríð av niðurflytingarstrikuni.
OB skoraði, tá 28 minuttir vóru farnir, og hóast AGF hevði fleiri møguleikar, so eydnaðist teimum ikki at skora. At OB slapp úr Århus við øllum stigunum var ikki minst 41 ára gamla málverjanum, Lars Høgh, fyri at takka.
Óli Johannesen var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá AGF, og hann varð heldur ikki skiftur inn.
Brøndby kiksaði
Størsti favoritturin í fyrsta umfarinum eftir vetrarsteðgin var Brøndby. Men næstu kappingarneytarnir hjá Herfølge til DM heitið heilkiksaðu, og tað vóru nógv teir flestu av teimum 16.101 áskoðarunum sjálvandi vónsviknir av.
Esbjerg, sum stríðist við niðurflytingarstrikuna, vann 3?2. Sigursmálið skoraði sviin Joakim Persson, sum akkurát er komin til Esbjerg, í yvirtíðini. Hann sendi flatt fríspark ígjøgnum bláa og gula manngarðin.
Komandi sunnudag skal Brøndby á vitjan í Herfølge, og tá er lagt upp til, at fleiri áskoðarar enn nakrantíð áður fara at hyggja at í Herfølge.
Vejle er við í stríðnum at sleppa undan niðurflyting. Tað kom illa við hjá m.a. AGF, at Vejle á heimavølli vann 3?1 á AB. Viborg og Silkeborg, sum er á triðja plássi, spældu 1?1.