ÚTISETI
Tað er staðgur í donsku fótbóltskappingini og inntil á trettandu, sum er 6. januar, er eingin venjing í FCK. Men í hesum døgum verður nógv tosað og skrivað í donsku miðlunum um, hvørjir spælarar møguliga skulu skifta felag, keypast og seljast og kanska leigast, tá ið tað í januar aftur verður loyvt at handla.
Politiken plagar at hava grein í tí, sum teir siga. Í gjár helt blaðið seg vita, at Herfølge og FCK tosa um møguleikan, at Herfølge frá nú í januar og fram til kappingarlok í summar skal leiga Toda Jónsson frá FCK.
Herfølge er í vanda fyri at detta úr superliguni, og teir hava ásannað, at tað er neyðugt at styrkja um liðið við royndum spælarum, um tað skal eydnast at varðveita plássið í deildini. Í hesum sambandi hava teir longu keypt verjuspælaran og veteranin Auri Skarbalius frá Brøndby. Auri hevur leingi verið skaddur, og síðani hann aftur varð førur fyri at spæla, hevur tað verið rættuliga torført hjá honum at vinna plássið aftur á liðnum.
Herfølge arbeiðir eisini við at styrkja framrættaða partin, og tað er í tí sambandinum, at Todi Jónsson sigst at vera inni í myndini. At Herfølge hevur sett seg í samband við OB fyri at leiga Martin Borre, váttar stjórin í OB, Kim Brinck fyri Politiken, men hann staðfestir samstundis, at teir ikki fara at leiga henda spælaran út. Teir ætla í staðin at gera nýggjan sáttmála við hann. Tað sigst eisini, at Brøndby veteranurin Ruben Bagger skal hava fingið tilboð um at spæla við Herfølge, men spælarin hevur sjálvur sagt í donsku pressuni, at tað verður ikki veruleiki, at hann fer úr gulu Brøndby troyggjuni og í gulu Herfølge troyggjuna.
Nú sigur Politiken seg vita, at Herfølge leiðslan er í sambandi við FCK, og at ørindini eru at leiga Toda Jónsson. Átakið, sigur Politiken, hevur tvær síður. Onnur er, at Herfølge við Toda Jónsson fær fleiri royndir og størri tyngd í álopspartin, og hin er, at Todi Jónsson fer at fáa møguleikar fyri meiri tíð á vøllinum, enn tað verður roknað við, at møguleiki er hjá honum at sleppa framat í FCK.
At Herfølge hevur fingið gagn av FCK spælarum er meiri enn so komið fyri. Dømi um hetta eru eitt nú Bora Zivkovic, Mads Westh og Peter Hansen. Higartil hevur einki verið at hoyrt frá FCK ella Herfølge um, at Todi Jónsson møguliga skal vera á veg úr Parkini og FCK og longri suður og út á Sjælland til Herfølge, sum við Jákupi Mikkelsen millum stólparnar varð meistari í 2000.
Um Todi flytir frá FCK og til Herfølge, so er tað einki at liggja omaná, at talan verður um at flyta frá størsta felagnum og flestu heimaáskoðarunum í superliguni og til minsta felagið og fægstu áskoðararnar í superliguni. FCK spælir sínar heimadystir í mest stórslignu karmunum í donskum fótbólti, og Herfølge spælir sínar heimadystir í minst stórslignu karmunum, sum nakað felag í superliguni eigur.
Talan kann kortini gerast um áhugaverdan møguleika hjá Toda Jónsson. Í FCK er kappingini um plássini í álopinum rættuliga stór, og síðani Hans Backe gjørdist venjari í FCK hevur tað verið greitt, at hannikki hevur verið sinnaður at veita Toda Jónsson somu møguleikarnar at spæla seg til fast pláss, sum venjarin eitt nú hevur givið Zuma og Álvaro Santos. Hetta hevur verið soleiðis, eisini tá ið Todi ikki hevur verið skaðaplágaður.
Í Herfølge høvdu tað verið væl betri møguleikar hjá Toda at fáa nógv meiri tíð á vøllinum, enn hann seinastu árini hevur fingið í FCK, og harvið kundu møguleikarnir verða betri hjá Toda at víst, hvør dugur er í honum, og harvið at staðfest, at tað eisini eftir summarsteðgin fer at loysa seg at geva honum løn fyri at spæla fótbólt.
David aftur til FCK
Samstundis sum tað verður tosað um, at Todi skal skifta úr FCK álopinum og til Herfølge, so hevur verið nevnt í donsku pressuni, at FCK hyggur seg um fyri at finna nýggjar álopsspælarar. Tað kemst eitt nú av, at heilsustøðan hvørki hjá Álvaro Santos ella Zuma var nakað serlig í heyst. Tað er framvegis óvist, nær Álvaro Santos aftur verður førur fyri at spæla.
Millum møguligu evnini til FCK álopið verður ein gamal kenningur hjá Toda og FCK nevndur. Talan er um David Nielsen, sum nú er í Aalborg. Áðrenn David Nielsen flutti til Aalborg, var hann í Onglandi, og áðrenn hann flutti til Onglands, spældi hann við júst FCK, har hann sum oftast spældi aðru violin, meðan Todi Jónsson var fremsti álopsspælarin. Meðan nógvir og boysnir skaðar hava lagt fótonglar fyri fótbóltsavrikunum hjá Toda, so hevur tað gingið væl hjá Davidi Nielsen, og nú sigst aftur at vera samband millum hann og FCK. Men sovorðin tíðindi eru so ofta at síggja og hoyra, uttan at nakað altíð er nakað í teimum, og fyrrverani FCK spælarin og núverandi AaB spælarin er neyvan leikliga so mikið væl fyri, at teir í FCK eru sinnaðir at knýta hann afturat felagnum.