Landssjúkrahúsið hevur mangan verið í brennidepli. Orsøkin hevur oftast verið, at árlig játtan ikki hevur rokkið. Tá so hevur verið, er oftast tikið til tey vanlukku ráð at skerja virksemið, ein loysn, sum elvir til stórar trupulleikar á stovninum. Tað er dýrt at reka eitt nútímans sjúkrahúsverk í landi sum okkara. Tá hartil kemur, at vit hava ein sjúkrahúsbygnað, sum upprunaliga varð skaptur til eitt oyggjasamfelag við einum heilt øðrvísi undirstøðukervi, er ikki løgið, at raksturin er tungur. Í staðin fyri at taka allan sjúkrahúsbygnaðin upp til seriøsa viðgerð, verður okkara meginsjúkrahús ferð eftir ferð politisk kastibløka hjá politikkarum, sum ikki tora at taka um notuleggin og kalla ein spaka fyri ein spaka. Í staðin fyri at staðfesta, hvat tað kostar at reka eitt nútímans hypermodernað meginsjúkrahús við broyttum funktiónum og nýggjum uppgávum, so verður ár eftir ár endurtikin ein rituellur glæntrileikur, har tað tykist mest umráðandi at finna syndabukkar enn at staðfesta ein ótespiligan veruleika og seta viðkomandi spurningar.
Við hesum bakstøði er fyri so vítt einki nýtt orðaskiftinum í vár um Landssjúkrahúsið. Hesin stovnur hevur snøgt sagt ongan góðan í politikki, meðan vinirnir hjá hinum báðum stovnunum ikki tróta. Tað, sum veruliga er nýtt, er, at ein partur av pressuni er farin undir eina miðvísa herferð, sum tykist at hava til endamáls at sáa iva um læknafakligu førleikarnar á Landssjúkrahúsinum. Avvarandi leiðslur á stovninum tykjast hava valt at venda hin kjálkan til høggini, sum javnt og samt eru fallin til læknafakligu førleikarnar á Landssjúkrahúsinum.
Men nú hevur so ein av yvirlæknunum í lesarabrævi her í blaðnum í gjár loyst frá posabandinum og við hvøssum orðum víst atfinningunum aftur. Í roynd og veru talaði viðkomandi til fánýtis at í lesarabrævi longu í oktober 2007. Nú talar maðurin so at fyri aðru ferð og rekur aftur ein týðandi part av atfinningunum, sum hann nevnir destruktivar og lýsir sum einvísa propaganda. Hann ger vart við, at mistøk kunnu henda, men sigur í sama andadrátti: Efter et langt livs virke i det danske sygehusvæsen vurderer jeg, at Landssyghuset er fuldt på højde med et almindeligt dansk centralsygehus. Lesarabrævskrivarin mælir til avvegaðan tíðindaflutning og konstruktivan kritikk heldur enn hatursherferð. Tað er neyðugt við øðum lagi til tess at fáa starvsfólk við góðum fakligum førleikum at støðast og søkja størv á Landssjúkrahúsinum.
Vit kunnu bert taka undir við manninum og standa sum so mong onnur spyrjandi yvir fyri eini óskiljandi og ódámligari herferð, sum verður rikin móti Landssjúkrahúsinum.