Talan er um flúgving í NATO samanhangi, um at aktivera art. 5 í Washington-traktatini í stríðnum móti altjóða yvirgangi, og um flúgving við vandamiklum góðsi.
Løgmaður gav loyvið til hesa flúging fyri einum ári síðan, og nú árið er farið, fáa vit aftur umsókn um at framleingja hetta loyvið.
Løgmaður sigur í stuttum, at hann ætlar sær at geva loyvið, og vil smb. § 54 í stýrsskipanarlógini ráðføra seg við uttanlandsnevndina, áðrenn endalig avgerð verður tikin.
Eftir avtaluni skulu viðkomandi myndugleikar kunnast í hvørjum einstøkum føri, áðrenn føroyska loftrúmið verður nýtt til hesi endamál, men løgmaður sigur einki um í hvussu stóran mun føroyskt loftrúm er nýtt, ella um tað í heila tikið er nýtt farna árið.
Helst veit løgmaður einki um, hvat fyrifarist er, og neyvan fær hann nakað at vita framyvir heldur.
Nærlesa vit málið, síggja vit, at løgmaður fer at geva loyvi, men sjálvandi spyr hann uttanlandsnevndina fyrst, tí tað sigur stýrisskipanarlógin.
Síðani síggja vit, at danska uttanríkismálaráðið fer at geva loyvi til at flúgva í føroyskum loftrúmi, men biðjur ríkisumboðið spyrja føroyska Landstýrið fyrst.
Uttanlandsnevndin og løgmaður eru í somu trongu skóm. Og tað er danska uttanríkisráðið eisini. Í øllum uttanríkispolitisku fyrivarnum sínum ferðast Danmark við barnabillett, ma. í verjusamanhangi, og hevur tí lítið og einki at siga í størri avgerðum av hesum slagi.
Hóast talan sostatt bert er um reinar formalitetir, so hava vit frá danskari síðu fingið lyfti um kunning og ávirkan á føroysk viðurskifti á uttanríkis- og verjupolitiska økinum, og í samgonguskjalinum hava vit avtalað:
-"Samgongan hevur sum mál at vinna Føroyum veruliga uttanríkispolitiska ávirkan og at fyrireika egnan uttanríkispolitikk.
-Føroyskir myndugleikar skulu eftir greiðum reglum tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føroyingar."
Ikki spurdist nógv burturúr greiðum reglum, fullum innliti og avgerðarrætti í øllum hugsandi málum í hesum umfari.
Hugsandi er, at spenta støðan millum Irak og USA liggur aftanfyri. Her er stór ósemja í ST og millum NATO-londini, men óhugsandi var, at føroyingar sluppa at taka støðu til nakað sum helst.
Tá eitt mál er so illa lýst sum frammanfyri nevnda, við virðing fyri løgtingsinssamtyktunum um uttanveltaðu støðu Føroya og fyri ætlanum samgongunnar, var mín tilráðing til løgmann tí:
-"Soleiðis sum málið er lýst, fáa vit føroyingar einki innlit í tey átøk, ið ætlast at fara fram í føroyskum loftrúmi.
-Upplýst verður, at talan verður um flúgving við vandamiklum góðsi, og í hesum sambandi er eingin tilbúgvingarskipan tøk, um nakar vandi skuldi tikið seg upp.
-Vísandi til løgtingssamtyktirnar um uttanveltaðu støðu Føroya og til almennu ætlan Føroya um at tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føroyingar heldur minnilutin, at málið ikki er búgvið at taka støðu til.
-Minnilutin mælir løgmanni til sum skjótast at tryggja okkum fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál eftir greiðum reglum og harafturat at taka almennu støðu Føroya sum partur av vesturheiminum og sum partur av NATO upp til viðgerðar beinanvegin."
Hetta málið er bara eitt av mongum, sum vísir, hvussu heimleysir vit føroyingar eru bæði burturi og heima.
Her síggja vit tað í uttanríkis- og verjupolitiskum samanhangi, hvar allur heimurin stendur á gáttini til eitt ragnarok, og nýliga sóu vit tað í ST samanhangi, tá Danmark millum øll heimsins lond fyri stuttum valdi at umboða ES og frávaldi Føroyar og Grønland.
Hvussu gjølla samlaða landsstýrið hevur viðgjørt politiska tómrúmi í føroyska loftrúminum, vita vit ikki, og tað fingu vit heldur einki at vita um, tí tað var nú hagar uttanríkismálaráðið sendi fyrispurning sín.
Tað vildi verið rættiliga viðkomandi, um vit - nú høvi beyðst - leitaðu upp andsvar til tey lyfti, ið nýliga eru givin um uttanríkispoltiska avgerðarmyndugleika okkara, har hesin viðvíkur reint føroyskum viðurskiftum.
Í hesum førinum varð føroyskur avgerðarrættur undirskrivaður "med påholden pen," - og tað var nú ikki júst tann trongan, vit ætlaðu okkum at leita inn í frameftir.