Hergi Hádal 70 ár

Kvøða til mín kæra elskaða pápa

 

Hin 4 september 1930, var pápi borðin í heim í Nýlendum í Trøðum, heima á Sandi, har hann somuleiðis traðkaði sínar barna- og ungdóms skógvar.

Sum hjá flest øllum unglingum tá á døgum var lítið annað í at velja eftir lokna skúlagongd, enn sjógvurin.

Sum 18 ára gamalur fór pápi við Tvørásluppini »Falkurin« sum bróðir hansara førdi, og fekk hann sostætt um endan av slupptíðini.

Falkinum var hann við, til hann um 21 ára aldur fór í smiðjulæru hjá Tummasi Juul Askam í Havn, í sama bygningi, har Kvøldlot ár seinri helt til.

Eftir lokna lærutíð gekk leiðin á maskinmeistaraskúla, haðani hann fekk prógv í 1956.

Alla smiðjutíðina og maskinskúla tíðina við búði pápi á Sjómannsheiminum í Havn.

Har mundi vera gott at vera, tí ikki eru so fáar søgur og forteljingar um allar tær beistagerðir, ið lærlingar og skúlanæmingar framdu har, sum jú eisini sjálvsagt er, har so nógv ung koma saman, og eg haldi meg somuleiðis vita, hvør ungur sandingur ikki mundi standa í aftastu røð ?

Tó so! Har var annað og meir álvarsligt á skránni enn gaman og skemt, tí tað var nevnliga á sjómansheiminum at pápi hitti mammu, Annu E. Jacobsen av Eiði, tey giftust hin 3 januar 1960 og fingu tey 3 børn.

Pápa og mammu untust at vera gift 36 ár, til hon ólavsøkuaftan í 1996, eftir stutta sjúkralegu, andaðist.

Eftir loknan maskinmeistaraskúla, lá leiðin sum vera mann, aftur út á sjógvin.

Fyrst við dampdrivnum hvalaskipi og fekk á tann hátt enn einaferð um endan á eini tíð, ið var við at fara, seinri fór hann við línuskipi. Í 1958 Fekk pápi hýru í reiðarínum Dansk/Fransk.

Frá 1964 til 1969 var hann á NATO basanum »Søndre Strømfjord« í Grønlandi, har hann var »super intendent og supervisor« og arbeiddi, bæði innan fyri tann civila og herðnarliga partin av basanum.

Men sjógvurin dró framvegis, og í 1969 fekk hann hýru sum maskinchefur í danska reiðarínum

Kosan Tankers, nú Lauritzen Kosan, har hann starvaðist, til hann í 1977 av álvara legðist á land og fór í starv sum formaður í LV-Maskinmiðstøðini í Kollafirði, har hann framvegis er í starvi. Seinru nógvu árini, hevur hann havt goymsluna har, um hendi.

Pápi var í mong ár, sera virkin í fakfelagsarbeiði og sat í nevndini í Maskinmeistarafelagnum í 12 ár, har hann i fleiri av árunum, var næstformaður.

Eitt, ið sigast kann hava verið eitt av størstu hjartamálum hansara, var at virka fyri betri umstøðum fyri maskinmeistaraútbúgvingina í Føroyum, hetta við at fáa betri og tíðarhóskandi høli til vega, og var hann í fleiri ár formaður í útbúgvingarráðnum fyri maskinskúlan.

Hetta var eitt drúgt og sera tungt arbeiði, ið stríðst var við, ígjøgnum nógv skiftandi landstýri. At enda var komið á mál, og tann nýggi og stásiligi maskinmeistaraskúlin stendur har í dag, sum vit kenna hann.

Mær er frá sagt frá politikara, ið eitt skifti hevði tað sum málsøki, at um ikki ein so áhaldandi, áhugað og treisk drívmegi var aftanfyri, var nýggi skúlin neyvan enn ikki komin.

Nakað av salti mann framvegis vera í aðrunum hjá pápa, hann kundi í hvussu so er hugsað sær at farið onkran avloysaratúr sum maskinmeistari, nú tá hann áðrenn long tíð er fráliðin, væntandi gevst hjá Landsverkfrøðinginum.

Eg vil at enda, vegna Bjarndis, børn okkara og meg sjálvan bera eina hjartans stóra tøkk til tín pápi, fyri alt ið tú er og altíð hevur verið fyri okkum og ikki minnst, hvat tú hevur verið fyri meg ígjøgnum míni goðu 30 ár.

Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við teim 70 árunum og biða til, at mong ár mugu leggjast afturat teim farnu. Guds signing og framhaldandi góða heilsu í komandi tíðum.

Takk fyri, góði pápi, ynskir

Árni v/fam.