Fræls ítrótt
/Álvur Haraldsen ? Isle of Man
Higartil var bronsan hjá Hera í sleggjuvarpi einasta heiðursmerki, sum Føroyar høvdu vunnið í frælsum ítrótti á Oyggjaleikunum í ár, men hósdagin legðist so enn eitt heiðursmerki afturat føroyska savninum.
Seinasta royndin
Heri Ziska vann gull á leikunum fyri tveimum árum síðani, men orsakað av skaðanum, sum hann fekk í fjør, so vóru vónirnar fyri einari endurtøku ikki av teimum bestu.
Leingi var eisini líkt til, at Heri als ikki skuldi fáa nakað heiðursmerki, og fram til seinasta kastið lá hann framvegis á einum fjórða plássi.
Tað eydnaðist tó Hera at varpa klingruna 43,92 metrar í seinastu royndini, og flutti hann seg við hesum eitt pláss upp í kappingini, samstundis sum flotta røðin av heiðursmerkjum hjá Hera helt fram. Hann hevur nú vunnið heiðursmerki í 11 Oyl-kappingum á rað.
Kom undir 10
Hallur Holm tók lut í 3.000 metra forðarenningini, har hann seinastu tíðina hevur staðið seg væl í Danmark, og millum annað skal taka lut í DM-finaluni fyri lið.
Undan kappingini varð tó ikki roknað við, at Hallur kundi fara at stríðast um heiðursmerki, og sjálvur segði hann eisini, at mál hansara var at koma undir teir 10 minuttirnar.
Hetta eydnaðist eisini akkurát hjá Halli, sum kom í mál í tíðini 9.59,47, og tá hetta so samstundis rakk til eitt fjórða pláss í samlaðu røðini, er einki at siga til, at Hallur kann vera væl nøgdur um avrikið. Eisini hóast tað sjálvandi hevði verið stuttligari, um talan gjørdist um eina enn hægri plasering.
Nýtt met
Heini Hátún rann seg týsdagin í finaluna á 400 metra teininum, og hóast at kalla eingin møguleiki var at vinna, so royndist Heini tó sera væl í kappingini.
Hann setti nevnliga nýtt føroyskt met á teininum við 50,28 sekundum, og er hetta ein betran upp á 24/100 samanborið við gamla metið.
Avrikið hjá Heina rakk til eitt fimta pláss í kappingini.
Sunnvá gavst
Seinsti føroyski luttakarin var Sunnvá Bjarnastein, sum skuldi royna at verja silvurmerki, sum hon vann á 10.000 metra teininum á Gotlandi.
Leingi var Sunnvá eisini væl við í kappingini, og kom hon saman við fýra øðrum rennarum í ein bólk, sum tók seg langt burtur frá hinum rennarunum.
Líkt var tó til, at hon hevði gjørt ov nógv av í roynd sínari at verja heiðursmerki, og efitr at hava runnið nakrar kilometrar, vóru bein hennara somikið moyr, at hon ikki longur hevði orku til at halda fram, og tískil mátti gevast í kappingini.