Heri á Geilabø 75 ár

Tann 1. november verður ein kendur norðragøtumaður, Heri Thomsen, 75 ár.

Hann er sonur Magdalenu og Tummas Jakku á Geilabø. Magdalena var ættað frá Fyri oman Oyruna í Syðrugøtu, og Tummas Jakku var ættaður úr Blásastovu í Norðragøtu. Tey bæði búsettust á Geilabø, ovarlaga í gomlu Norðragøtu. 


Geilabø var eitt vala hús. Tummas Jakku og Magdalena fingu ikki færri enn 13 børn, og tey vóru: Tóra f. 1917, Ásmund f. 1918, Brynhild f. 1920, Gunnar f. 1921, Margretha f. 1922, Suni f. 1923, Hjørdis f. 1924, Halldóra f. 1927, Ragna f. 1928, Regin f. 1930, Heri f. 1932, Helgi f. 1934 og Gunnvør f. 1937. 


Av teimum liva eftir: Margretha, Halldóra, Ragna, Heri og Helgi. Tað er áhugavert at síggja, at frá 1917 til 1924 eru sjey av børnunum fødd ár um ár. Tað var bert eitt ár, sum glapp burtur í millum við ongum barni. Men Magdalena var tiltikin røsk og tolin, so tað gekk alt uppá stás.


Tumms Jakku var handilsmaðurin í bygdini við tí virksemi, sum fylgdi við, so sum skip, fiskavirking og annað. Umframt tað var hann eisini bóndi. Tá ið Tummas Jakku fall frá í góðum aldri, tók dóttirin Tóra og maður hennara Eivind hjá Havna-Jákup (Jákup Hansen) við. Tað var eisini hjá teimum, eg sjálvur fór til skips í 1958.


Tey á Geilabø hava verið sera virkin, og hetta er eisini galdandi fyri Hera. Lívið hjá honum gjørdist lastbilar. Hann byrjaði sum blaðungur lastbilakoyring. 


Tann 23. novembur 1950 tók hann koyrikortið. Tá hevði hann júst fylt 18 ár, og tá í tíðini hevur tað ikki verið ein sjálvfylgja at taka koyrikoyrt so ungur. Hann byrjaði sama dag at koyra lastbil fyri svágin, Eivind, sum tá búði í Syðrugøtu. Í 1953 keypti hann sín fyrsta persónbil, hann hevði nummar FØ 45, og í 1955 fekk Heri sær lastbil sjálvur. 


Tað, ið var at koyra tá í tíðini var torv, tøð, sandur og okkurt less av gróti. Strekkið var sjáldan langt, helst var tað inni í bygdini. 


Ein av uppgávunum var at koyra vøru úr Fuglafirði og út til handlarnar í Gøtu. Á sumri var nógv at gera við at koyra hoyggj inn. Frammanundan var hoyggj borið í byrðum allan vegin til hús. Tað var ikki hissini lætti at kunna leiga lastbil frá Hera ella frá Frits hjá Zakaris Karl, sum eisini hevði lastbil. Taksturin var 5 krónur fyri túrin. 


Tað var ikki hvønn dag, lastbilurin var í sving, men tá koyrdi Heri við persónbilinum. 


Seinni fór Hera at koyra sildatunnur til Fuglafjarðar, tá ið tær fóru av landinum. Sildin bleiv fiskað norðan fyri Føroyar og saltað í tunnur umborð. Norðragøta var ein av bygdunum, har tey pakkaðu sildina umaftur, og skildu hana í støddir og góðsku. Hetta arbeiði varð gjørt undir víðum lofti. Út á heystið kom skip inn á Fuglafjørð eftir tunnunum, tí har vóru havnaviðurskiftini betri enn í Gøtu. 


Hetta var byrjanin til ta stóru samanhangandi koyringina. Í miðjuni av trýssunum komu kraftblokkaskipini, sum royndu eftir sild til ídnað. Tá koyrdu teir nógva sild frá skipunum, sum landaðu í Norðragøtu yvir til sildamølsverksmiðjuna í Syðrugøtu, P/F Fiskamjøl. Henda koyringin avloysti sildatunnukoyringina til Fuglafjarðar.


Tað gjørdist meira og meira at gera. Bilarnir blivu sum árini liðu bæði størri í vavi og fleiri í tali, soleiðis at fyritøkan hevði upp til 45 fólk í arbeiði.




Í 1998 var byrjað við reiðaravirksemi. Tá byrjaðu teir at føra laksafóður frá Noregi til Føroya. Til hetta endamál keyptu teir Skuran. Seinni kom skipið Sirius afturat.


Heri hevur eisini verið við í aling og hevur á øllum hesum økjum verið við til at skapa virksemi, sum ikki minst er komið heimbygdini til góðar.

Heri helt tað eisini vera spell, at útlendingar settu seg á føroyskan farmaflutning, og hann gjørdi saman við øðrum eina roynd at fáa ein reint føroyskan farmaflutning millum lond í gongd, men hetta gekk tíverri ikki eftir ætlan.

Fyri tveimum árum síðani varð fyritøkan seld til Skipafelagið Føroyar, so hetta er ikki nøkur gøtufyritøka longur sum so. Men virksemið heldur tó áfram, og tað er framvegis ein partur av okkara flutningsskipan.

Heri er giftur við Sólrun f. Ranghamar. Hon er dóttir Petrinu, ættað úr Frammistovi, og Hans David úr Pállstovu. Sólrun var ung, tá ið hon misti pápan. Hann slerdi út av Tróndi í Gøtu í 1948. Hetta hevur ikki verið lætt, tí einkjur vóru ikki væl fyri tá í tíðini. Men samanhaldið millum systkini var gott, og øll blivu tey verandi í Norðragøtu.

Sólrun kom heilt ung at arbeiða í ”pakkhúsinum”, handlinum hja teimum á Geilabø. Her varð hon roknað sum eitt framúr skilafólk, og var hon álitið í handlinum. Men her gekk Heri eisini sum húsfólk, so tað var ikki løgið, at tey funnu saman.

Tey fingu sonin Tórhall, og tey hava í Gøtu verið roknað sum eini fyrimyndarlig hjún. Hetta kom ikki minst til sjóndar, so væl tey tóku sær av Jonhard, systkinabarn Sólrun, sum gjørdist sálarliga sjúkur.

Tað kann verða skoytt uppí, at tey hava bæði alla sína tíð verið virkin í fráhaldslosjuni í Gøtu, so her hevur ikki verið nakar slingur í valsinum.

Vit í Tjørnustovu hava verið og eru enn grannar við tey á Geilabø, og tað hava altíð verið sera góð viðurskifti millum ættirnar. Heri er ein skilamaður, sum tað altíð er stuttligt at skifta orð við, tá ið leiðin ber saman. Heri hevur arbeitt nógv alla sína tíð, so tað er honum væl umt, at hann nú kann taka sær eitt sindur av løttum.

Ikki minst er nú tíð til at taka sær av familjuni. Tórhallur er giftur við Eydnu Dalsgaard úr Havn, og tey eiga Hera, Frígerð og Kjartan.

Ynskt verður tykkum báðum hjartaliga tillukku við 75 ára degnum. Tey verða ikki heima føðingardagin.


ó.