Heri Hjelm misti virði fyri 40 milliónir krónur

?Tað var ein vanlukka fyri nýggja laksavirkið í Vági, at aliringarnir á Trongisvágsfirði slitu mikumorgunin og róku á land. Nú er helvtin av fiskinum, sum skuldi takast í heyst, farin fyri skeytið.

Óhapp

Tað var ein svárur missur fyri alifyritøkuna hjá Hera Hjelm í Vági , tá ið allir teir seks aliringarnir á Trongisvágsfirði fóru í ódnarveðrið mikudagin við yvir 600.000 fiskum í, sum alt fór fyri skeyti.
Laksurin, sum var í ringunum hevði verið búgvin at tikið í heyst.
Heri Hjelm sigur, at við hesi vanlukkuni er næstan helvtin av tí laksinum, sum skuldi takast og arbeiðast í heyst og úteftir, farin fyri skeytið. Nú er bara tað eftir at taka, sum er í ringunum á Hovsfirði.

Virði fyri 40 milliónir
Saman við norskum samstarvsfeløgum hevur Heri Hjelm júst latið upp nýtt laksavirkið í Vági fyri 70 milliónir krónur og hann dylir ikki fyri, at hetta er ein ógvuliga dyggur smeitur.
? Tað er ein vanlukka fyri laksavirkið í Vági, sigur hann.
Men hann sigur, at tað er ongin vandi fyri virkinum sum so.
?Gongur alt annað væl og tað eydnast við næstu útseting, kann laksur takast aftur longu á heysti næsta ár.
Hann viðgongur tó, at støðanm er eitt sindur óviss, tí tað skal fígging til, fyri at kunna seta út.
Tilsamans verður mett, at laksurin, sum fór fyri skeytið í hesi vanlukkuni, hevði havt eitt útflutningsvirði uppá einar 40 milliónir krónur, ella næstan tað.
Men umframt hetta, hevur ein slík vanlukka stórar, avleiddan miss við sær.
Eitt nú skal tað leggjast afturat, tað, sum tað kostar at rudda fjørðin og mølina eftir vanlukkuna, umframt tað, sum ringar og nótir kosta og prísin fyri at endurnýggja alibrúkið og at leggja alt út av nýggjum.
Eisini fyri arbeiðsfólkið er talan um ein ógvuliga dyggan smeit, tí tá í laksavirkið hevur mist helvtina av fiskinum, sum tað átti at taka frá í heyst og úteftir, er tað eisini skilligt, at nógv dagsverk á virkinum eru rokin samstundis.
Og harafturat eru tað eisini nógv onnur, sum missa, eitt nú, flutningsfeløg og tey, sum gera pakkitilfar o.a. Eitt nú høvdu flutningsinntøkurnar verið næstan tríggjar milliónir

Umhugsa støðuna
Heri Hjelm sigur, at nú verður neyðugt at umhugsa støðuna hjá alibrúkunum á firðunum í Suðuroynni.
?Tað er púra greitt, at vit koma í hvussu so er ikki at leggja ringar útaftur á sama plássi í Froðba, har hesir lógu, sum nú fóru.
Heri Hjelm loyvi ti laling í Froðba, men nú mugu smráðingar takast upp um, akkurát, hvar nýggir ringar skulu leggjast út.
Alibrúki í Froðba lá ikki akkurát har, sum upprunaliga ætlanin var, men plaseringin varð broytt nakað í samráð við kommununa, so at bátarnir skuldi fáa betri siglt. Men tað er so djúpt, har ringarnir lógu, at vit væntaðu ikki at fáa trupulleikar. Men sæð í bakspegililin, kunnu vit ikki annað enn ásannað, at vit hava ligið ov uttarliga.
Heri Hjelm sigur, at tá ið ringar verða lagdir útaftur, mugu teir liggja væl longri inni. Og ístaðin fyri ankar, verður helst neyðugt at hava fast í land og søkk.
? Men samstundis er tað greitt, at tað ber ikki til at ala meiri inni á sjálvum firðunum, tí tað tolir umhvørvið ikki.
Tí verður neyðugt at alibrúkiuni liggja uttarliga.
-? Men tað er heilt greitt, at vit mugu hava nógv betri og sterkari útgerð í øllum alibrúkunum, enn vit hava nú, tí tað slepst ikki undan, at tá ið slík kundi henda í Froðba, fer ivi og óvissa altíð at stinga seg upp um hini alibrúkini eisini og tí verður neyðugt at hyggja eftir øllum alibrúkunum fyri at slíkt ikki skal endurtaka seg.
Hann sigur, at nú er sum skjótast at taka upp eftir vanlukkuna og at fáa tann deyða fiskin og útgerðina burturbeint og at kanna útgerðina fyri at finna tað neyvu orsøkina til, at ringarnir slitu.
Men hann sigur, at tað tykist sum um at bæði ringarnir, nótirnar, og endarnir, sum brúkini vóru fortoyað við, hildu, tað var ikki tí, alibrúkið í Froðba fór.
?Tað er alt, sum bendir á,at tað eru keturnar, sum hava verið millumlið, sum ikki hava hildið, tí ongin av endunum eru slitnaðir. Men alt tað fáa vit alt staðfest, tá ið útgerðin er kannað, sigur Heri Hjelm.
?Men hetta vísir okkum, hvussu týdningarmikið tað er at hugsa um, hvat ein fæst við. Tað eru øgiligar kreftir, ið gera seg galdandi og tað mugu vit hava í huganum, sigur Heri Hjelm.
Men samstundis sigur hann, at brimið mikudagin var eisini eindømi. Smyril hevði tveir tímar norður á Lítlu Dímun, tað plagar at taka hálvan tíma, so tað sigur eitt sindur um umstøðurnar.