Í dag, fríggjadagin 5.mars kl.16.30 verður móttøka fyri TÝR forsangarinum Hera Joensen við bólki, í samband við nýggju solo fløgu teirra HELJAREYGA, sum kemur út sama dag. TÝR er ein tann mest seldi føroyski tónleikabólkurin uttanlanda og hevur m.a. ligið sum nr.88 á top 100 í Týsklandi.
Heri hevur eina stóra fjepparaskaru kring allan knøttin. Nú fáa føroyskir fjepparar møguleika at keypa signeraðar fløgur fyri einans 125 kr.
Móttøkan fyri Hera Joensen við bólki er í TUTLhandlinum í Havn í dag.