Heri Joensen: Vit spæla tað fjøldin vil hoyra

Týr eru uttan iva eitt av teimum stóru nøvnunum í kvøld.

Eru tit spentir at framføra í kvøld?

 

”Ja tað eru vit. Fantastiskt at spæla í Føroyum. Tað royna vit gera í minsta lagi einaferð um árið!”

 

Hava tit nógv at gera uttanlanda fyri tíðina? ”Ikki øgiliga nógv í ár nei. Nógv varð avlýst vegna korona, tað er ikki komið í gongd aftur enn. Vit hava eitt sindur, men ikki so nógv sum vit høvdu ynskt okkum”.

 

Hvat kann áhoyrarafjøldin vænta í kvøld? Verða tað teir gomlu klassikarnir, ella hava tit okkurt nýtt tilfar?

 

”Vit hava framleitt nýtt tilfar, men vit plaga ikki at spæla tað áðrenn tað er komið út. Vit fara at spæla tað, ið fjøldin vil hoyra, og okkurt av tí nýggjastu fløguni, sum kom út í 2019. So vit kunna vænta føroyskan dans á Voxbotn í kvøld”.