Heri Mørkøre 60 ár

Í dag fyllir Heri Mørkøre, landsapotekari, 60 ár.

Heri er føddur í Havn í 1942, og er sonur Sonna og Idu Mørkøre.
Pápin var úr Havn, meðan mamman, sum enn er byrg hóast farin væl uppum tey níti, er ættað úr Vestmanna. Saman við beiggjunum Bjarna og og Jákupi búði familjan Mørkøre uppi undir Varða í Havn.
Heri sleit sínar barnaskógvar í Havn. Umframt tað sum smádrongir annars spæla við, fekst Heri sum stórur smádrongur við at blanda ymisk evni saman í kjallaranum uppi undir Varða, fyri at eygleiða hvat hendi. Hetta skuldi seinni fáa ávirkan á framhaldslestur og lívsstarv hansara.
Sum vaksin var Heri saman við Arnbjørn R. Thomsen, Karl Johan Fossá, Sámal ?Essa? (Sámal Andreas Jensen) við til at stovna Tórshavnar froskmannafelag, sum varfyrsta føroyska felag, ið fekk sjálvstøðugan umboðan og altjóða viðurkenning altjóða felagsskapi ? hetta var í felagsskapinum C.M.A.S. Hetta var áðrenn danir høvdu søkt um felagsskap í C.M.A.S. Tá danir so søktu um limaskap, varð talan um at hetta kundi verða sum deild av Tórshavnar Froskmannafelag. Men endin varð kortini, at feløgini vórðu líkastillað við hvør sínari sjálvstøðugari umboðan í C.M.A.S. Tórshavnar Froskmannafelag gav út blaðið Froskmannatíðindi.
Í 1957 fór Heri við grønu skótunum á Jamboree-ferð til Ongland. At ferðast fyri 45 árum síðan var øðrvísi enn í dag. Fyrst gekk ferðin við skipi til Hetlands, haðani við skipi til Aberdeen, og síðan við toki til London. Neyvan hava tey kett seg á túrinum, tí ferðaleiðari var navnframi Aksel Tórgarð, og lítið er at ivast í, at Aksel við sínum blíða brosi og skemtingarsama sinnalag hevur fingið skótarnar at gloyma bæði sjóverk og heimlongsul.
Tá grønu skótarnir seinni gjørdu ein túr til Vestmanna í 1960, varð farið úr Havnini kl 7 á morgni, fyri at teir 80 kilometrarnir skuldu fáast afturum sama dag. Út ímóti middegi henda dagin hugsaði Heri Mørkøre, sum sat heima við hús uppi undir Varða, at onkur átti at tikið ímóti skótunum, tá teir komu teimum til Vestmanna, sum hugsað so gjørt, og Heri var skjótur avstað, og so mikið treystur var hann, at hann stóð fyri hinum skótunum, tá teir komu til Vestmanna. Heri tók studentsprógv í 1962, og varð hann fyrsti studentur í familjuni í báðar ættir í Føroyum.
Tá støða skuldi takast til hvat studentsprógvið skuldi brúkast til, hava mongu tímarnir í kjallaranum uppi undir Varða millum gløs av kaliumnitrat, sulfur venale og acidum sulfuricum gjørt sítt til, at Heri valdi at søkja inn á Danmarks farmaceutiske Højskole, haðani hann tók kandidatprógv í 1969.
Í samband við lesturin arbeiddi Heri eitt skifti á apoteki í Kolding, og har komu hann og javnaldurin Jørn Astrup Hansen, sum júst hevur fylti seksti, og sum í dag er forstjóri í Føroya Banka, at búleikast í sama húsi eitt skifti.
Í 1966 giftist Heri við Torgerð Kruse av Eiði. Tey eiga børnini Katrin,
Tórður og Gunhild, sum øll í løtuni búgva í Keypmannahavn.
Áftan á loknan lestur starvaðist Heri eitt stutt skifti í Horsens, áðrenn hann tók við starvi sum apotekari á Tvøroyri.
Á Tvøroyri gjørdist Heri ein bygdamynd. Umframt at vera apotekari, so var Heri ? við sínum fjølbroyttu gávum - virkin í feløgum og nevndum. Hann var eitt skifti formaður í Suðuroyar Bjargingarfelag, umframt at hann var formaður í heilsunevndini á Tvøroyri í fleiri ár. Heri sat eitt skifti í nevndini fyri Tvøroyrar Flakavirki Í nøkur ár undirvísti Heri á HF-skeiðnum á Tvøroyri; hann skipaði saman við øðrum fyri froskmannaundirvísing í Føroyum. Heri varð við til at stovna felagið Fjørumatur, ið varð ein roynd at ala oystru og annan skeljafisk á Trongisvágsfirði.
Umframt alt hetta keypti Heri bátin Heimdal, sum hann brúkti nógva tíð upp á at umvæla og seta í stand. Heimdal varð við í regatta-siglingini til Grimsby, sum varð gjørd fyri nøkrum árum síðani.
Heimdal er annars fyrsti føroyski bátur, sum sigldi inn í Nyhavn í Keypmannahavn.
Eg kann hugsa mær, at ein bygdarmynd hvarv av Tvøroyri, tá Heri flutti til Havnar at taka við stavninum sum landsapotekari.
Sum óiva longu er gjørt lesaranum greitt, so er Heri ein sera fjølbroyttur og dugnaligur maður, sum samstundis er sera arbeiðssamur. Fyri nøkrum árum síðan riggaðu teir tríggir Kári Holm, Nigro Hermansen og Heri ein smiðju til uppi í gomlu Hoyvíkini, og hvørt týskvøld standa hesir tríggir vinmennirnir við essuna og smíða jarn, fyri at evna lutir til úr jarni eftir gomlum kynstri.
Hesir tríggir eiga tøkk uppiborna fyri at halda lív í hesum gamla handverki. Fyri nøkrum árum síðani var Heri saman við fleiri øðrum við til seta pening í føroyska seksaringin ?Greipur?, ið liggur uppi í Hoyvíkini, og nú er ætlanin hjá felagnum at gera ein teinæring (20-mannafar).
Uppi undir Varða búðu m. o. listamennirnir Willi-am Heinesen og Heðin Brú, og hetta hevur óiva gjørt sítt til at Heri hevur stóran áhuga í list.
Sigast skal frá tveimum hendingum sum koma til hugs, sum lýsa hvussu skjótthugsandi Heri er, uttan kortini at vera bráður, og at tað er skjótt frá hugsan til verk hjá honum.
Einaferð var Heri farin ein túr í dyrehaven norðanvert í Keypmannahavn saman við øðrum lesandi á farmeceut-háskúlanum. Sum tey ganga gjøgnum dyrehaven, koma tey fram á ein vongbrotnan spurv, ið lá við vegin. Kjakast verður um hvat bestu ráðini munnu vera, og onkur ber upp á mál, at rættast man vera at fara til djóralækna við spurvinum. Áðrenn nakar varnast hevur Heri tikið spurvin og kipt hann, sum óiva vóru bestu ráðini. Men hetta skelkaði ikki sørt stórbýarmenniskjuni, sum ikki vóru von við slíka barbarismu. Summi tosaðu um ta ómenniskjaligu viðferð, ið spurvurin hevði fingið, meðan onnur royndu at síggja støðuna frá tí sjónarhorni, at Heri jú kom frá einum samfelag, har tað at drepa dýr var partur av tí at yvirliva, og at hetta óiva sat í honum enn.
Tann seinna hendingin fór fram í Føroyum. Sum ungur hevði hann lært froskmannakynstrið, og ein av upptøkuroyndunum til froskmannaprógvið var, at tú skuldi svimja í berum svimjibuksum í 15 minuttir í sjónum. Hetta kom væl í hesi hendingini. Heri var farin út at fiska við einum donskum apotekara og syninun hjá hesum apotekara. Meðan teir draga kemur drongurin av óvart undir Hera, og tað vil so illa til, at Heri missur brillurnar, og tað hendir onki mætari enna at brillurnar fara á bláman. Heri ber skjótt at, og í næstu løtu tveitir hann seg á bláman og kavar eftir brillunum á opnum havi (tað verður staðiliga rátt fólki frá at royna hetta sjálvi á opnum havi, uttan so at tú ert royndur froskmaður). Skjóttonktur sum Heri er visti hann, at skjótt skuldi berast at, um brillurnar skuldu bjargast. Hann fekk fatur á brillunum niðri í sjónum, men tá hann skal venda sær í sjónum, kennir hann at onkur hevur tikið í føturnar á sær, so hann fær ikki vent sær í sjónum. Danski apotekarin hevði misskilt støðuna, og ivaðist ikki í eina løtu í, at Heri var dottin á sjógv av stoytinum sum hann hevði fingið, tá drongurin kom undir hann. Men Heri kom undan kavi aftur við brillunum í hondini, og hann kundi greiða tveimum skelkaðum flatlendingum frá, at støðan kortini ikki hevði ikki verið so hættislig, sum tað tóktist (hetta er samstundis eisini ein talandi mynd av hvussu týdningarmikið tað er við samskifti, og hvussu ein støða kann verða misskilt, um ikki tosað verður um støðuna).

Orðini hjá Georg Bernard Shaw hóska væl til menn sum Hera Mørkøre (og vit hava nógvar kvinnur og menn sum hetta eisini kann verið sagt um):

Some men see things as they are and ask why.
Others dream things that never were and ask why not.

(Summi síggja tað sum er og spyrja hví.
Onnur droyma um tað sum ongantíð hevur verið, og spyrja hví ikki).

Hjartaliga tillukku við degnum, og tær verður ynskt ein góðan føðingardag saman við familju og vinum niðri í Nólsoyar Pálsgøtu.

Richard Schwartson