Heri Mohr 85 ár

Fríggjadagin 19. mars fyllir Heri Mohr í Havn 85 ár.

Heri er havnarmaður, sonur Amaliu Mohr (f. Egholm) og Einar Mohr, telegrafist.


Heri vaks upp á Skansagarði úti á Reyni, men sum stórur smádrongur flutti hann við familiuni í nýggju húsini yviri við Strond - tað einasta húsið sum var har um leiðir tá. Undir krígnum bleiv húsið tikið av eingilsmonnum, og búðu tey Undir Pisuvarða øll krígsárini.


Heri hevur arbeitt sum roknskaparmaður stóra partin av sínum lívi. Hann arbeiddi hjá hjá Thomas Dam, Wenzel Petersen og Leif Waagstein. Í 1957 byrjar hann at arbeiða á Føroya Gjaldstovu sum roknskaparleiðari, seinni bleiv hann fulltrúi. Í 30 ár arbeiddi Heri sum tænastumaður, og í 1987 gjørdist hann stjóri á Føroya Gjaldstovu. Hetta starv røkti hann til 1. november 1991.


Heri giftist við Maritu Pálsdóttir Hansen, úr Gøtu, í 1950. Tey fingu 5 børn: Sigrún, Biritu, Tordis, Maluna og Gunnar. Eisini eigur Heri dóttrina Lis umframt abba- og langabbabørn. Marita andaðist 2. apríl 2009, 84 ára gomul.


Heri hevur havt stóran áhuga fyri Havnar Bóltfelag. Hann var við til at endurstovna HB-stuðlar og sat har sum kassameistari í nógv ár. Í HB-stuðlum er hann gjørdur heiðurlimur fyri sítt stóra arbeiði har. Heri fylgir væl við í tí sum hendir í føroyska samfelagnum. Ofta síggjast hansara viðmerkingar og lesarabrøv í bløðunum. Dagurin verður hildin saman við familjuni.


- red