Heri Mohr hevur skrivað sínar ”Endurminningar”

Heri Mohr, føddur 1925, hevur skrivað sínar endurminningar. Bókin, sum er 278 síður, er útgivin á egnum forlagi, og kemur í bókabúðirnar fríggjadagin tann 4. november. Hon kann síggjast út frá trimum vinklum, tí soleiðis tykist hon at vera skrivað.

Ummæli
----------

Heri Mohr er samansettur av at vera familjumaður, havnamaður og embætismaður í einum og sama persóni. Tí meini eg, at bókin kann lesast sum ein tíðarmynd ella fólkalívsmynd, fyri at brúka eitt heiti frá Antologiini hjá Hammershaimb. Ein modernað fólkalívsmynd, sum fortelir okkum um lívið hjá einum havnamanni, sum oftast er tað gjørt ógvuliga persónligt og djarvt.
Heri dugir væl at skriva, hann skrivar eitt natúrligt mál, har gamla havnamálið ofta eyðkennir stílin. Onkuntíð kann tað følast, sum ein rættandi pennur hevur verið uppií. Hann hevur ikki skrivikynstrið og hugin frá fremmandum. Abbin, Johan V. Mohr, skrivaði nógv, so sum nertast skal við seinni. Skrivihugin og stubbarnir seinast í bókini um Wessel, Kafka og Beethoven vísa, at eitt breitt europeiskt dannilsi liggur rótfest í honum.
Bókin skal lesast sum ein samanhangandi, kaleidoskopisk søga. Soleiðis skrivað, er tað ikki so lætt at finna aftur á nevndar persónar, ella hendingar. Sjálvt kapitlið við endurminningum er 150 síður í einum. Nógvar familjumyndir og aðrar eru í bókini, eins kopiir av áhugaverdum skjølum.
Tað, sum eg her havi roynt at festa á blað, er bert ein evarska lítil partur at tí tilfari og teim hendingum og upplivilsum, sum Heri greiðir frá. Hetta kann bert blíva ein ’aperitiffur’, so høvuðsrættin, bókina, mugu lesarar sjálvir ogna sær.

Hví er hetta so áhugavert?
Man kann spyrja, hvønn áhuga tað kann hava hjá almenninginum at vita, hvussu eini hús yviri við Strond vóru innrættaði fyrr? Ella hvønn hann hevur hitt á vertshúsi í Kjøpinhavn eina náttina, og annað, sum kann tykjast rættiliga persónligt? Men í teim nógvu smásøgunum, sum Heri sigur okkum, liggur ein tíðarmynd, sum sjáldan verður skrivað niður, enn minni útgivin sum bók. Eg eri sjálvur eini 20 ár yngri enn Heri, so nógv av tí, sum Heri hevur upplivað og verið partur av, tað er sóritt, sum eg kanska bara havi hoyrt um. Tí er tað dupult spennandi at fáa søguna frá einum, sum var við, tá tað hendi.
Familjumaðurin skrivar um sína slekt, abbar og ommur, foreldur, konu og børn og systkin. Hetta er gjørt við respekt og kærleika. Vit hoyra um stríðið at finna hóskandi bústað, at fara á seiðaberg fyri at fáa ískoyti til húsarhaldið.
Havnamaðurin lýsir býin, sum hann var til ymsar tíðir. Hvussu Heri hevur upplivað, at býurin er broyttur. Hvussu elektricitet hevur avloyst petroleumslampur. Hvussu tað einaferð upplivdist at fara eftir torvi við abba til gongu langan veg. Hvussu tað var at fáa tann fyrsta scootarin og seinni fyrsta bilin.
Tað, sum embætismaðurin hevur at fortelja okkum, er kanska tað, sum hevur størstan almennan áhuga og týdning. Her verða søgd álvarsorð um kaotisk viðurskifti í fyrisitingini í Tinganesi, serliga í árunum frá 1986 og frameftir, inntil skútan forlisti og landið fór á húsagang.

Familjumaðurin
Av tí familiera var nakað, sum serliga rein við meg. Tað eru frásagnirnar um, hvussu tuberklarnir raktu og herjaðu fyrr. Til fyri 50 árum síðani var hetta ein útbreidd sjúka, sum kravdi síni lív. Soleiðis sum Heri fortelur, hvussu kona hansara Marita bleiv rakt, er sagt frá so rørandi eymt og medfølandi, sum hugsast kann:
”Vit høvdu ikki verið leingi saman, Marita og eg, tá ið hon, ein dagin hon var ørindi í býnum við mammu sínari, stakk upp at bløða úr munninum – tað vil siga úr lungunum. Ta fyrstu náttina sat eg inni hjá Maritu, har hon búði, tí hon mátti ikki sovna, meðan hon bløddi. Tá hon sá, at eg hálvsvav, segði hon stillisliga uttan ákæru: ”Tú mást ikki sova, Heri.” Næsta dagin gekk tann tunga leiðin niðan á Sanatoriið. Nú fyri fjórðu ferð” (s. 90).
Meira av tí familiera, sum Heri ger nógv burturúr, eru bústaðaviðurskiftini, pláss og innrætting av íbúðum og húsum, har hann kom ella sjálvur hevur búð. Eg haldi, at hetta gevur eina støðumynd av teirri tíðini fyri 60-80 árum síðani, sum fá í dag hava upplivað ella minnast. Ein niðurstøða kann vera: Tað var trongligt tá. Banalt kanska, men her fáa vit upplivilsi við.
”Í tí tronga køkinum var á suðursíðuni eitt lítið vindeyga. Har var ein lítil borðpláta heft við hongslum, so plátan kundi knarvast upp á veggin, um hon ikki var brúkt. Ein lítil klappstólur var eisini í køkinum. Hvørt leygarkvøld skuldu vit í bað. Tá var rok í mini-køkinum. Galvaniserað balja, sum tók meginpartin av gólvplássinum, við heitum vatni frá ketlinum. Í henni vórðu vit so vaskaðir, ein í senn, við miklum gangi og gráti, tí vit tordu ikki í vatnið, sum var alt ov heitt, hildu vit… Lidnir í baljuni kom tað, sum var verri enn alt: neglirnar skuldu klippast og oyruni reinsast! Hetta varð gjørt vi látri og gráti.” (s. 27)

Havnamaðurin
Hvussu upplivdi ein havnamaður til dømis kreppuárini í 1950’unum? Hetta vóru ár, sum kunna sammetast við kreppuna í 90’unum, men samfelagið var tá eitt annað, og reaktiónirnar hjá perónum og familjum vóru aðrar.
”…tíðirnar í 1952 vóru sera vánaligar, alt samfelagið var hildið uppat at virka. Sjóvinnubankin steðgaði øllum útgjaldingum, og arbeiðsloysið var stórt. Fólk rýmdu í stórum tali til Íslands og Danmarkar. Mín løn, sum var 800 kr. um mánaðin, varð skorin niður í helvt, og heldur ikki hana fekk eg; kassin var tómur. Í smiðjuni (hjá W.Petersen) var alt fólkið rent til hús. Seiðaberg gjørdist týðandi ískoyti til okkara húsarhald.”
Eina aðra havnamynd fær man burturúr tí, sum Heri sigur frá um abba sín. Hetta gevur bókini eit serligt perspektiv uppá tann mátan, at hann í sínum – eg má siga kærleiksfullu - frásøgnum um familjuna, abbar og ommur, gevur stuttar myndir av ymsum hendingum og fyribrigdum. Sum dømi vil eg nevna nakað, sum kemur fram í umtaluni av abbanum, Johan V. Mohr. Hesin Johan var millum annað virkin, tá Meinigheitshúsið í Havn (nú býráðssalur) skuldi byggjast. Í bókini endurgevur Heri ein fyrilestur, sum abbin hevur hildið í Meinigheitshúsinum í 1906. Fyrilesturin gevur innlit í tey tankarák, sum var millum fólk tá. Inngangurin ljóðar soleiðis:
”Det Spørgsmål gør sig gældende i denne tid: Hvad er Aarsagen til, at Folk gaar til Baptisterne? Er det fordi, der ingen Kristendom eller ingen Jesus findes i denne Menighed? Ere vi da Hedninger og have intet Kjendskab til den hellige Skrift? Maa Vi blive Baptister for at blive kristne og blive salige?” Hann gjøgnumgongur so munin í trúgv millum lutheranarar og baptistar, og sigur millum annað:
”De siger blandt andet, at naar man tror og bliver gjendøbt, saa er man frelst, og kan ikke fortabes. Gud kan altsaa ikke fordømme dem. De formaste sig derfor til at gaa i rette med deres Skaber.”
Men tað var eisini rumbul í Meinigheitshúsinum. Her endurprentar (faximile) Heri eitt sjáldsamt 8 síður langt bræv við vøkru og regluligi hondskriftini hjá abbanum. Johan V. Mohr tekur seg burtur úr arbeiðinum í Meinigheitshúsinum, orsakað millum annað av, sum hann skrivar ”den forstyrrelse og vanhelligelse, som Huset har været Gjenstand for, og alt det utilbørlige og usømmelige, der i de senere Tider er foregået…” Hesin ófriður er komin í av Indre-missión hevur sett seg á stýrið av Meinigheitshúsinum, og Johan meinar at Indremissionerurin Moe framsetur ”sin vranglære fra Menighusets talerstol.” Ein annar predikantur, Ryving-Jensen ”havde store Planer og Drømme om at blive de vankundige færøske Hedninges Apostel.”
Bókin gevur eisini eina fína mynd av tíðini í Havn, hvat viðvíkur arbeiði, og til tíðir stríðið at fáa mat á borðið. Fyrsta jobbið var sum 11 ára gamal at klistra filmsplakatir upp á steyrar í býnum. Undir krígnum fekk hann arbeiði hjá eingilskmonnum, við at stoypa barakkgrundir og kanónfundamentir. Í 1946 fór hann niður at læra til bókhaldara, og har eru nógvar spennandi frásagnir um lívið har, tíðarmyndir, Hann kom aftur til Havnar í 1949, og skjótt møtir hann vøkru Maritu í dansi í Tórshøll. Seinni kom hann á skrivstovuna hjá Wenzel Petersen, skifti síðan til Thomas Dam, og gjørdi eitt vala arbeiði har. Men so verður hann embætismaður á Gjaldstovuni í 1956, og hetta bleiv so hansara lívsstarv. Vegna ’misregimente’ har seinast í 80’unum, kennir hann seg noyddan at siga upp í 1991.

Embætismaðurin. Stjóri á Gjaldstovuni
Heri sigur frá (s.127-154), hvussu stjóratíðin bleiv ørkymlandi, tí fyrisitingin í Tinganesi ómotiverað var farin at arbeiða óvanligt og í fleiri førum óprofessionelt. Vanligt hevði verið, at fíggjarlógin og inntøkulógir vórðu gjørdar í felag av professionellu leiðsluni á Gjaldstovuni og politisku leiðsluni í fíggjarnevndini og Tinganesi. Men í 1986 bleiv eingin á Gjaldstovuni spurdur, eiheldur skrivstovustjórin í Landsstýrinum, Johan Djurhuus. Tí vóru lógaruppskotini fylt við banalum feilum, tá tey vórðu løgd fram. Heri skrivar: ”Einfalt skrivstovuskil var farið at bila. Eitt nú hetta, at kenna mun á fylgiseðlum, notum, rokningum, fakturum og kontoavritum. Hesi skjøl vórðu ávíst til útgjaldingar hvørt um annað, sum best bar til. Upphæddir vórðu ávístar til gjaldingar meira enn eina ferð.” (s. 128).
Gjaldstovan verður niðurløgd uttan nakra fyrireiking í 1987, og Føroya Tollstova uppstendur uttan nakra avhendingargerð. Hon verður rikin uttan nakra lóg ella løgtingsjáttan. Stjórar í rúgvum blíva settir, og tað hendi uttan at størvini vórðu lýst leys.
Johan Djurhuus, skrivstjóri, legði frá sær í 1988, men starvið bleiv ongantíð lýst leyst.
Paladsrevolutión tók seg upp í fyrisitingini í 1986, og í 1988 , og sum Heri skrivar har ”uppstóð sannur ruðuleiki viðvíkjandi landskassanum.”
Í hesum árum koma so allar veðhaldsgølurnar, sum drenar landskassan fyri nógvar 100 milliónir kr. Hetta er ikki mjúkur lesnaður, um samanblanding av almennum og privatum pengum og áhugamálum. Heri lýsir hetta ’misregimente’ í detaljum við fleiri dømum. Onkur man minnast nøvnini Heygadrangur, Skálafjall, Thomas Nygaard, Bjørn Ólason, Reynsatind,Giljanes, tanga-, kemikaliu- og farmaskip. So kom svindil við upphøggingarstuðli. Enn spøkja upphøgd skip í føroyskum sjógvi.
Ein niðursatøða hjá Hera er hendan: ”Tær umrøddu útgjaldingarnar úr landskassanum, orsakað av veðhaldum mótvegis tveimum skipasmiðjum og upphøgging av fiskiskipum, sum landsstýrið hevði latið einstaklingum upp í hendi at umsita, snúði seg samanlagt um meira enn 560 milliónir.”
Tað var 40% av fíggjarlógini í 1986.
Út frá hesum fáu veruleikum, er lætt at ímynda sær, hví landið nøkur fá ár seinni fór á húsagang. Men allíkavæl, og Heri citerar, so er ein fyrrverandi løgmann, sum gevur danskarum alla skyldina, ja, góða mamma tað var ikki eg.
Føroyska samfelagið stóð á botni nøkur ár í 90’unum, men: ”80-árini lógu ikki leingi í dvala. 1998-2003 gjørdist framhald av ørskapinum, tó í øðrum búna við ógvisligum avleiðingum.”
Ein serlig søga er um Blokkin, sum Heri bæði her og í bløðunum hevur skrivað nógv um, og tað er allastaðni væl dokumenterað. Eg fái ikki pláss/stundir at leggja málið fram her, men niðurstøðan má vera, at ’niðurfrystingin’ er framd í heimildarloysi og er avtalubrot.

Innantómt, meiningsleyst, óviðkomandi,ósatt
Eg lati Hera Mohr fáa seinasta orðið, har hann ger støðuna upp:
” Í míni stjóratíð 1986-1991 gjørdist hvør dagur mær alt meira ein líðing, ein sálarlig eyðmýking. Arbeiðsgleðin hvarv, og alt tóktist innantómt, meiningsleyst, óviðkomandi,ósatt. Á mínum borði lógu nøkur átroðkandi mál, sum eg, skrivliga og munnliga, bað landsstýrið taka støðu til. So eigasørt eg fekk svar, líkamikið hvønn eg vendi mær til. Eg var komin í andaligt tómrúm… frægasta loysnin var, at biðja løgmann at loysa meg úr embætinum.” - Tað bleiv gjørt 1. november. 1991.
Eg ynski Hera tillukku við hesi fínu bók.

3. november 2011