info
Ongi úrslit

Heri Sverrason valdur til borgarstjóra

Varaborgarstjóri næstu fýra árini verður Hanna á Reynatúgvu.

Vilmund Jacobsen
12. november 2020 kl. 22:42
Fyrst valdi bygdarráðslimur í Sands kommunu, Heri Sverrason, hevði kallað nývalda bygdarráðið saman í kvøld klokkan 21. Á skránni vóru tvey mál, 1) val av borgarstjóra og 2) val av varaborgarstjóra. Tveir listar vóru uppstillaðir í Sands kommunu á kommunuvalinum týsdagin, listi A og listi C. Tað gjørdist rættiliga tætt millum listarnar - bert nakrar heilt fáar atkvøður á muni - har listi A fekk trý umboð, og listi C fekk fýra umboð. Á lista C varð Heri Sverrason fyrst valdur við 46 atkvøðum, og vit kunnu leggja aftrat, at hann eisini varð fyrst valdur á sínum lista á kommunuvalinum í 2016. Men, tá fekk listin ikki borgarstjóran. Á fundinum í kvøld samtykti nývalda bygdarráðið einmælt at velja Hera Sverrason til borgarstjóra og Honnu á Reynatúgvu til varaborgarstjóra fyri tey næstu fýra árini. Soleiðis var full semja um bæði valini. Heri Sverrason sigur við In.fo eftir fundin í kvøld, at nývalda bygdarráðið eisini hevur avtalað, at ein nýggjur fundur verður fráboðaður seinni, har bygdarráðið fer at velja ymisku nevndirnar.  - Eg vænti, at vit fara at fáa eitt ógvuliga gott samstarv í Sands bygdarráði tey næstu fýra árini, og eg fegnist um, at valini í kvøld vóru einmælt. Sjálvur vil eg gera alt fyri, at vit fáa fýra góð og gevandi ár fyri Sands kommunu. Heri Sverrason hevur sitið tvær setur í bygdarráðnum og setan, sum byrjar hin 1. januar 2021, verður soleiðis hin triðja hjá nývalda borgarstjóranum. - Eg haldi, at fundurin í kvøld vísti, at øll vilja bygdini tað allar besta, sigur Heri Sverrason.
Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

48 nýggj vinnustykki liðug á Ovara Hjalla

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Heimaliðið takkaði fyri seg við stórsigri á Vágseiði

26 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Skövde eru ósigraðir í fýra teimum seinastu dystunum

49 minuttir síðan
Tíðindi

Hava fingið kirkjustovu í Kollafirði

1 tími síðan
Tíðindi

Spara 14,7 mió: Sjey til átta størv hvørva á sjúkra­hús­um

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj og Hák­un kong­ur um­røddu burtur­flutt ukrainsk børn

3 tímar síðan
Tíðindi

Uppliv gleðina við føroyskum fólkadansi

4 tímar síðan
Tíðindi

Wenzel fær BMW – men noyðist at sleppa Volvo

5 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í Nor­eg til sam­ráð­ing­ar um kríggið

5 tímar síðan
Tíðindi

Stórt roykskýggj breiðir seg úr Indonesia

6 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes

7 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

7 tímar síðan