Heri Weihe 60 ár

Sunnudagin 30. januar hevur Heri Weihe á Orknoyarvegnum í Havn 60 ára føðingardag.

Heri er ættaður úr Sørvági. Sonur Hansiu og Hentzar Weihe. Hentzar var vælkendur handilsmaður og eisini sat hann eitt skifti á Føroya Løgtingi fyri Sambandsflokkin.

Heri flutti sum heilt ungur til Havnar, har hann fór í læru hjá P/f Wenzel Petersen á Bryggjubakka. Eftir lokna lærutíð fór hann á Maskinmeistaraskúla. Silgdi nøkur ár við Maersk. Kom heim eitt skifti og starvaðist á Brandstøðini í Havn, tvey tey seinastu árini sum brandstmeistari. Fór so aftur at sigla, og var nøkur ár sum maskinstjóri við einum av Global bátunum. Síðani Heri gavst at sigla fyri 17 árum síðani, hevur hann starvast sum sýnsmaður hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Heri er giftur við Annu, dóttir Tórgerð og Hasse Kragesteen úr Havn. Tey eiga tveir synir, Ivan ið er 36 ár, ið sum pápin eisini er maskinmeistari, og Allan ið er 30 ár, ið er útbúgvin timburmaður, í løtuni er hann á skúla í Danmark at útbúgva seg víðari. Heri eigur 5 abbabørn.

Vit ynskja Hera hjartaliga tillukku við degnum, ið hann fer at halda saman við sínum nærmastu. Vit takka honum fyri tað hann altíð hevur verið og er.

Ynskir
familjan í Hornabø