Herluf Lützen: Handilsmaður og sangari

Lützen og Restorff ættirnar hava havt stóran týdning fyri okkara samfelag á nógvum ymiskum økjum. Tær eru eisini væl umboðaðar í gamla kirkjugarði. Ættirnar blivu eisini samangiftar, og ein sonur gjørdist Herluf Lützen, sum gifti seg inn í eina triðju kenda ætt

Herluf Lützen var føddur í 1887. Mamman var Henrietta, dóttir M.C. Restorff, tann fyrsta Restorff í Føroyum, og pápin var Jacob Lützen, sonur A.C. Lützen, tann fyrsta Lützen í Føroyum.
Jetta, sum hon varð kallað, og Jacob fingu 12 børn. Herluf var tað fjórða í røðini. Tey vóru sjey systrar og fimm brøður.
Herluf varð konfirmer­aður 5. oktober 1902. Hann konfirmeraðist saman við Hans Christoffer Müller, sum giftist við Ebbu Müller. Tey hava fyri kortum verið umrødd í hesi røð.
Herluf giftist tann 7.10 1918 við Susanne Kathrine Niclassen f.1894. Sanna, sum hon vanliga var kallað, var dóttir Sigrid og Poul Niclassen. Sigrid var dóttir H.N. Jacobsen, kendur frá bókahandlinum við sama navni.
Herluf og Sanna vórðu umrødd í røðini um Egil Djurhuus, abbason Faktor­in Johan Christian Djur­huus. Sanna tók sær nógv av Egili, tá ið hann var í Danmark í sjúkraørindum, og tey bæði vitjaðu hann nógv ta tíðina, hann lá sjúkur heima, til hann doyði fyrst í 1919.
Jacob, pápi Herluf, var ein kendur handilsmaður í Havn. Hann átti tann kenda handilin á Áarvegnum við sama navni. Tá ið pápin doyði í 1920 tók Herluf við. Hann gjørdist eisini norskur konsul.
Tá ið Herluf doyði í 1934 førdi Sanna handilin víðari, til hon sjálv doyði í 1949. Tá tók sonurin Jacob Hendrik við.
Sanna og Herluf áttu børnini:
1. Jacob Hendrik f. 1919, giftist 14.12.1949 við Katrinu Solveig f. 1929 á Syðradali K. Tey fingu trý børn Susanna Elisa­beth, Sigrun og Herluf. Tey og teirra børn eru einastu eftirkomarar hjá H.N. Jacobsen.
2. Sigurd Pauli f. 1923. Var ógiftur og arbeiddi sum bókbindari hjá HNJ. Var niðri undir krígnum.
3. Hannes f. 1925. Hann gjørdist bert 32 ára gamal. Var eisini ógiftur og arbeiddi eisini i bókahandlinum.

Framúr sum menmiskja og tónleikari

Jógvan Waagstein hevði hesi minningarorð um Herluf:

Den 21. Marts døde Køb­mand Herluf Lützen, 46 Aar gammel. En snigende Sygdom skulde saa brat gøre ende paa denne Mands Liv netop som hans stod i sin Manddoms bedste Alder. Alle der kendte Herluf Lützen har følt Vemod ved hans tid­lige Død. Han var kendt som det stilfærdige, noble og fine Menneske, venlig mod alle. Det blev sagt ved hans Baare, at han elskede alt, hvad der var smukt og rent, og at han havde svært ved at tro ondt om noget Menneske. Ja, saaledes vil de fleste mindes ham.Udover sin praktiske Virksomhed dyrkede han med stor Interesse Sangen. Jeg tør sige, at Sangen og Musikken var hans Hjertebarn. Selv ejede han en smuk Stemme. Den var ikke stor, men til gengæld havde den en ædel og inder­lig Tenorklang, som kunde varme og glæde Tilhør­er­ne. Han sang gerne, hvor han kunde glæde og hjælpe. Gennem Aarene sang han gerne ved festlige Lejligheder i vor Kirke og ved Koncerter og Under­holdninger til Fordel for Syge og Trængende. I vor Korforening var Herluf Lützen en støt Mand. Han har saaledes som Formand for Havnar Sang- og Musikkfelag gjort et stort Arbejde for Sangen og Musikken i vor By.
Ved sit vindende Væsen, altid opofrende, var han almindelig afholdt indenfor Mandskoret og blandet Kor og havde kun Venner.
Den største Musik­begiv­enhed i Byen ejede han for en stor Del Æren for. Det var Musik­besøget af Fil­harmonisk Orkester fra Hamburg med sin 50 Mands Besætning, et af Tysklands fineste Orkestre. Som man vil huske spill­ede dette Orkest­er i Thors­havn Beethovens 7de Sym­foni i A-dur. Et saadant Besøg kræver altid stor personlig opofrelse for den, som skal ordne Mod­tagelsen. Ligeledes var det for en stor del ham, der har Æren for, at vi fik det danske Studenterkor til at give koncert i Thorshavn.
Det var ikke alene Sang­en og Musikken udefra, der havde hans Interesse. Alt færøsk Musikarbejde havde han Kærlighed til og Interesse for. Han var den første til at støtte og give gode Raad og opmuntre.
For et Aars Tid siden mente han ikke, at hans Tid tillod ham st fortsætte i Mandskoret. Men det var lige som han ikke kunde rive sig løs. Han var med til de to første Prøver til den fornylig afholdte koncert. Saa kom Sygdommen.
Hans Kærlighed til Sangen var ægte, og han vilde saa gerne vise andre, at Sangen giver den rene Glæde, der kan løfte en over Dagliglivets Besvær.
Æret være han Minde.

Yrkti eisini sjálvur
Hvussu íðin Herluf hevur verið í tónleikarlívinum í Havn sæst í øllum teimum sangskráum, sum liggja eftir hann.
Tann elsta er tann fyri Noregsferðina hjá Ung­mannafelagnum í Havn í 1908, sum var ein stór­hending tá í tíðini, og sum Petur Háberg eisini greiðir frá í Hugbirtingum.
Norska kórvitjanin í 1924 hevur eisini verið umrødd í Miðvikuni við frásøgn hjá Petur Alberg. Millum fremstu stuðlar at skipa fyri hesi konsert var Herluf og svágur hansara Sigurd Niclassen í bóka­handlinum.
Eitt stór hending man tað hava verið, tá ið Havnar Sang- og Muskikfelags mannskór sang fyri kongs­kjúnunum á teirra vitjan í Havn tann 21. juni 1930.
Herluf hevur eisini eitt sera gott eftirmæli í sínu ætt. Hetta sæst eisini av, at bróðursonur hansara Mogens í 1946 kallaði ein son upp eftir honum.
Herluf hevur eisini havt yrkjaragávur. Tá ið beiggin Valdemar fylti 50 ár í 1928, skrivaði Herluf ein sang til hansara, og hann byrjaði soleiðis:

Borgmester (1925-1928) fylder i Dag halvthundred
som Byen festet har og dundred.
I Stadens Sager han roder fixt
og ordner - styrer nok saa strixt.

Til Vaagsbotn nu hele Byen turer
at se paa alle de fine Komfurer.
Ret aldrig haver du Tid at Dovne
Cement du sælger og ogsaa Ovne.
Som Købmand ønsker vi dig god Lykke
og tænker om flere Hus du vil bygge?
Kontor og Kulhus i fjor du laved.
I Aar paa Fabrikken der bliver savet.
Et Hus til Mælk og Margarine
og et til Sæberne saa Fine.
I Sømandshjemmet sig Søfolk hygger,
sig saa at Valdemar ikke bygger.

Kelda: Sigrun Lützen


Komandi partur verður um Essa á Kirkjuvegi, ein av stovnarunum av losjuni í Havn