Seinasta fríggjamorgun vitjaði In.fo í hugnaliga undirhúsinum í Skálavík, har eldri, miðalaldrandi og yngri menn savnast til prát, kaffi og køkur. Her verður skift orð um mangt og hvat, sum rørist í bygdini, á útróðri og burturi í haga. Tú fært skjótt varhugan av, at fólkið trívist í bygdini - frá hinum elsta til hin yngsta, og fólk fegnast eisini um tann framburð sum er.
Ungi maðurin, sum er úr Havn, men hevur unnustu, børn og hús í Skálavík, fegnast um, at Skálavík hevur megnað at varðveitt skúlan, sum í dag stendur í blóma við 11 næmingum. Her sita einir 8-10 menn í øllum aldri, og tá tú spyrt, hvat teir halda vantar í bygdini, er breið semja um, at Skálavík hevur alt, sum ein bygd eigur at hava.
Onkur harmast um, at Elisabeth Myllhamar vegna sjúku hevur latið handilin aftur, men øll vita, at grundarlag er ikki fyri stórum matvøruhandli, tá bygdin er lítil, og aðrir størri handlar eru í oynni. Eitt, sum kemur upp at venda, nú vit steðga í undirhúsinum, er røturnar, sum nógvir góðir fótbóltsspælarar - bæði her heima og uttanlands - hava í Skálavík, og her verður víst á tann týdning, sum stuðulin, heimið er, hevur havt fyri hesar leikarar.
Elsti maður í undirhúsinum henda morgun, er 87 ára gamli, Herman Petersen í Skálavík, sum róði út, til hann var 83 ára gamal. - Skálavík er av bestu útróðrarplássum, og her er stuttur vegur út á nærmastu leiðir. Her nærindis er allur botnur, bæði sandbotnur, harður botnur og grynnur. Tað er serliga á vesturættunum, at leiðirnar út fyri bygdini eru góðar at søkja, og tað eru tíðarskeið, har vit fáa nógvar dagar í Skálavík, meðan lítið ber til vestanfyri.
- Ert tú ikki ov langt úr landi, lívur útsynningurin væl, og sunnan ættin lívir eisini fram við landi, sigur hann.
Herman Petersen vísir á, at so stutt er út á góðar leiðir úr Skálavík, at tað ikki var óvanligt, at men tendraðu boyustongina, áðrenn teir loystu úr landi. - Tú kundi sleppa boyuni á Skálhøvda, og síðan kundi tú - alt eftir rákinum - fara suður eftir, eystur eftir ella norður eftir við línuni.
Hin 87 ára gamli heldur, at umstøðurnar til útróður í Skálavík eru framúr.
- Vit hava ein góðan og tryggan bátahyl. Vit hava útróðrarhús, sum veitir ís og hevur frystarí til agn og stampar, og á bryggjuni hava vit krana. Her er alt, sum vit hava brúk fyri til at kunna søkja sjógvin, sigur Herman Petersen.
Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, sum eisini er í undirhúsinum henda morgun, vísir á, at kommunan keypti bygningin í sínari tíð fyri 40.000 krónur, og tá var hetta gamli sparikassin.
##med2##
- Nú verður bygt upp í, soleiðis at vit fáa eitt enn meira maritimt umhvørvi í Skálavík. Í gamla bygninginum er wc, men við nýggja partinum verða umstøðurnar so nógv betur. Umframt nýggj wc - eisini til fólk við rørslutarni - fáa vit brúsur, vaskimaskinu og turkitrumlu. Nú Skálavík skjótt fær eitt stórt kampingpláss, fara nýggju fasilitetirnir eisini at koma væl við og sama verður, tá vit fáa bátafólk á vitjan í summarhálvuni, sigur Linjohn Christiansen.
Tað var Palli á Mølini, Palli Dalsgaard, sum skeyt upp at hanga gamlar myndir upp í undirhúsinum, og her eru nógvar myndir komnar upp at hanga, sum árini eru gingin. - Nú eru vit, sum tá vóru ung, so smátt byrjaði at síggjast á gomlu myndunum, sigur borgarstjórin brosandi. Í undirhúsinum í Skálavík er eisini sjónvarp, og her er sterioanlegg við radio og góðar kannur til kaffi og te.