Hermann letur sum luft

? Eg hoyrdi ikki kjakið, so eg leggi ikki í at gera viðmerkingar til tað, sigur Hermann Oskarsson

Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum, hevur ongar viðmerkingar til viðgerðina av sær í løgtinginum mikudagin.
? Eg hoyrdi ikki kjakið, so eg leggi ikki í at gera viðmerkingar til tað, sigur hann.
Men heldur tú, at tað er í lagi, at tingið viðger ein fyrispurning, sum snýr seg um teg?
? Teir hava loyvi at spyrja um tað, teir vilja.
Men leggur tú frá tær av teimum persónligu álopunum.
? Tað er ein orsøk, men tað var nógv annað, sum spældi inn. Tað er sum at arbeiða í einum maskinrúmi, og so knappliga seta tær spurningin, um tú tímir at halda fram. Tíðin var komin at gevast, sigur Hermann Oskarsson.