Høgni í Jákupsstovu
Journalistur
Sjónvarp Føroya
???????????????????
Blaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, hevur fingið ilt í afturpartin, orsakað av at Sjónvarp Føroya vísir á matarlepan hjá blaðnum, saman við matarlepanum hjá hinum størra blaðnum, Dimmalætting. Eirikur Lindenskov sigur, at tað harmar tey á Sosialinum almikið at vera misbrúkt á ein slíkan hátt.
Veruleikin er tíverri tann, at Sosialurin hevur sett allar vanligar journalistiskar leiðreglur til síðis í sínari viðgerð av ráðstevnuni á Christiansborg, tá ið blaðið ókritiskt og uttan á nakran hátt at geva rúmd fyri aftursvari av sera grovum ákærum móti einum óheftum ráðgeva. Tað varð tí at Sosialurin varð nýttur sum myndabakgrund í innslagnum í Degi og Viku um herferðina móti Hermann Oskarssyni.
Hermann Oskarsson er tjóðveldismaður
Á síðu 6 og 7 í Sosialinum hendan dagin eru tríggjar greinar um ráðstevnuna á Christiansborg.
Jóannes Eidesgaard, Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm siga sína hugsan um tað, sum fram er farið á Christiansborg. Løgmaður heldur, at Høgni Hoydal øsir danir upp ímóti føroyingum, Bárður Nielsen heldur at Høgni Hoydal roynir at gera tað í Danmark, sum ikki eydnaðist í Føroyum og Bjarni Djurholm heldur, at Føroyingar eru farnir undir skaðiligt virksemi í Danmark.
Tað eru greinarøðir sum hava ein heilt greiðan vinkul - samgongumenn fáa møguleika at siga sína hugsan um tiltakið hjá Tjóðveldisflokkinum í Danmark. At greinarnar í sær sjálvum ikki seta ein einasta kritiskan spurning til teir tríggjar samgongumenninar er sín søk, at blaðmaðurin spyr samgongumenninar um nakrar fyrilestrar sum hvørki hann ella samgongumenninir vita nakað sum helst um, er ein onnur. Men tað er ikki tað ringasta.
Ketan hjá Sosialinum hoppar av álvara av, tá ið Bjarni Djurholm at enda verður siteraður fyri at siga, at ein av høvuðsrøðarunum varð í uppskoti at vera valevni til Tjóðveldisflokkin. Blaðmaðurin hjálpir so lesarunum at upplýsa, at talan er um Hermann Oskarsson. Bjarni Djurholm sleppur at enda greinarøðina á síðunum 6 og 7 við at siga, at so er ikki meira at siga um tað.
Insinuatiónin er heilt greið. Hermann Oskarsson er tjóðveldismaður og tískil fremur hann eisini undirgravandi virksemi í Danmark. Haraftrat verður Hermann Oskarsson knýttur - orsakað av hasari viðmerkingini og upplýsingini frá blaðmanninum - saman við Tjóðveldisflokkin. Herman Oskarsson hjálpir Høgna Hoydal at skapa øsing millum føroyingar og danir og hann roynir eisini at hjálpa Høgna Hoydal at fremja tað í Danmark, sum hann ikki megnaði í Føroyum.
Men hví er Sosialurin trupulleikin og ikki Bjarni Djurholm, sum jú eigur orðini? Orsøkin er ógvuliga einføld. Tá ið Sosialurin letur ein slíkan setning standa totalt einsamallan og tað einasta sum verður gjørt fyri at hjálpa lesaranum ávegis er ein upplýsing um at tað er Hermann Oskarsson, sum Bjarni Djurholm sipar til, so ger Sosialurin setningin hjá Bjarna Djurholm til sannleika.
Men veruleikin er, at hatta er ein grov insinuatión, eitt karaktermorð sum liggur í hasum reglunum. Tað sum verður sagt millum reglurnar, er at Hermann Oskarsson kann ikki nýtast til nakað sum helst, hevur einki trúvirði og tað einasta hann ger er at renna ørindi fyri Tjóðveldisflokkin.
Hvar eru teir kritisku spurningarnir til Bjarna Djurholm?
Nakrir teirra kundu verið:
Hvussu veitst tú at Hermann Oskarsson er tjóðveldismaður?
Um hann varð á listanum veitst tú so, at hann sjálvur bað um at sleppa á listan? (Tað gjørdi hann ikki, eg havi spurt hann, HíJ)
Meinar tú at hann ikki kann brúkast sum formaður í Búskaparráðnum, tí at hann er tjóðveldismaður?
Kanst tú prógva at hann er tjóðveldismaður?
Kanst tú prógva at hann rennir ørindi fyri Tjóðveldisflokkin?
Og so framvegis.
Eirikur Lindenskov sigur, at teir í sama blað lata Hermann Oskarsson koma til orðanna um kæruna frá Føroya Fiskimannafelag.
Gamaní er tað rætt, men blaðið velur ikki at konfrontera Hermann Oskarsson við karaktermorðið, sum Sosialurin letur Bjarna Djurholm fremja á síðu 7. Hermann Oskarsson sleppur ikki at svara uppá grovu ákærurnar frá Bjarna Djurholm.
Ákærur, sum eru so grovar at kundu tær prógvast, SO átti Hermann Oskarsson at farið frá.
At pástanda at Hermann Oskarsson er komin til orðanna er, fyri at siga tað milt, ein hálvur sannleiki. Ja, hann er sloppin at svara uppá kæruna frá FF - men so heldur ikki meira.
Tað at karaktermorð eru so løtt at fremja í Sosialinum er ein háðan móti øllum sunnum journalistikki. Hatta er tabloidjournalistikkur sum hevur eittans endamál og tað er at selja bløð. At so karakterlík fylgja í kjalarvørrinum, tað sær blaðhúsið á Argjum ikki út til at leggja nakað í.
Tað er í stuttum orsøkin til at eg sum journalistur framvegis standi fult og fast við, at Sosialurin eisini varð partur í einari hetz og jagstran av einum almennum persóni, sum varð skyldugur í at hava sagt sína meining í Danmark. Ein persónur, sum má og skal hava møguleika fyri at koma við konstruktivum íkasti til kjakið í Føroyum og í Danmark.
Tað er mikið møguligt at karaktermorðið hjá Bjarna Djurholm einans varð eitt mistak, frá blaðmanninum ella Bjarna Djurholmi sjálvum. Men so er tað Eirikur Lindenskov einsamallur sum situr eftir við ábyrgdini.
Greinin hjá Eirikki Lindenskov eitur "Skeiv endurgeving í Sjónvarpi Føroya." Innslagið í Degi og Viku skuldi kanska heldur itið "Karaktermorðið í Sosialinum."