Hermenn savna rusk

Í fleiri ár hevur italski stórbýurin Napoli hava trupulleikar av stórum ruskdungum mitt í býnum, men nú hevur stjórnin givið herinum boð um at savna rusk. Talsmenn hjá stjórnini siga, at Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, hevur biðið herin senda 170 hermenn til Napoli at savna rusk, so býurin kann fáa sítt umdømi sum ein mentaður býur aftur.

Teir fyrstu hermenninir komu til Napoli í gjár, og teir fóru alt fyri eitt undir at beina ruskið burtur úr gøtunum. Sumt bleiv tó brent.

Í næstu viku verður kommunuval í Napoli og øðrum býum, og sambært AP-tíðindastovuni vónar Berlusconi, at hansara flokkur kann fáa ræðið í Napoli, sum leingi hevur havt eina mið-vinstraleiðslu. Rusksavningin er sostatt valagn hjá forsætisráðharranum.