Hermenn sendir til Moskva

Í Russlandi hava myndugleikarnir sent fleiri herdeildir til høvuðsstaðin Moskva eftir eitt stórt mótmælistiltak í býnum í gjár, har fólk vístu sína misnøgd við tjóðartingsvalið.

Fleiri túsund fólk vóru í miðbýnum og mótmæltu Vladimir Putin, forsætisráðharra og flokki hansara, Sameint Russland. Tað almenna úrslitið sigur, at flokkurin vann valið tepurt, men fólk í øðrum flokkum og valeygleiðarar siga, at valið var ikki reiðiligt.

Talsmaðurin hjá russiska innanríkisráðnum sigur, at herdeildirnar eru sendar til Moskva til at tryggja almenningin, sum hann tók til.