Svenska stjórnin hevur gjørt av at brúka meiri enn átta milliardir krónur í árunum frá 2013 til 2016 til at minka arbeiðsloysið millum tey ungu. Næsta ár skulu góðar tvær milliardir krónur brúkast til endamálið.
Stjórnin sigur, at skúlar og arbeiðsgevarar, sum bjóða ungfólki lærupláss, skulu fáa størri stuðul frá tí almenna. Eitt nú verður stuðulin til arbeiðsgevaraarnar tvífaldaður úr 15.000 krónum í 30.000 krónur um árið.