Hernaðarvenjingar millum fiskiskip í Barentshavinum

- Fiskiskipini, sum vóru í økinum, vóru ikki greið yvir russisku hernaðarvenjingarnar fyrr enn tveir dagar eftir, at venjingarnar vóru byrjaðar, veit NRK at siga.

 

Norska kringvarpið veit um dagarnar, at russiska marinan hevur jagstrað norsk fiskiskip burtur úr norskum búskaparligum øki í Barentshavinum, tí russar høvdu hernaðarvenjingar í økinum.

 

Teir, sum eiga og reka skipini, vistu av ongum, tá teir fingu at vita, at tað var vandamikið at vera í økinum, og at teir tískil máttu fara á aðra leið.

 

Tá boðini komu um, at her var vandamikið, argaðust summir fiskimenn, meðan aðrir hildu, at boðini kendust ræðandi.

 

Ein av reiðarunum, Tormund Grimstad, sum eigur tvey skip í økinum, heldur, at hetta er ógvuliga órógvandi og nærkast yvirgangi - ella terrorismu, sum hann tekur til.

 

Skipini hjá reiðarínum vóru saman við fleiri øðrum skipum, bæði norskum og russiskum, í økinum, tá boðini frá russum um at rýma úr økinum komu. 

 

- Knappliga fingu skipini boð um at gevast við fiskiskapinum, tí tað var vandamikið at vera í økinum. Her var russisk hernaðarvenjing. Hetta vistu vit einki um, fyrr enn hernaðarvenjingarnar vóru í gongd, sigur reiðarin við NRK.

 

Eitt av skipunum, sum fiskaði í økinum, fekk boð frá russisku marinuni um antin at fara úr økinum - ella at missa reiðskapin. Hetta var ikki eitt av skipunum hjá Tormund Grimstad, men reiðarin sigur, at manningin á sum skipi upplivdi boðini sum óbehagilig, sum hann tekur til.

 

- Tað skal lítið til, tá slíkar venjingar við rakettum eru í økinum, at ein fatal vanlukka kann henda. Hetta er sjálvsagt nakað, vit óttast. Eg havi 40 mans umborð á okkara tveimum skipum í økinum, sigur reiðarin, Tormund Grimstad, við NRK.

 

Sambært NRK var russiska hernaðarvenjingin í døgunum, 14.-18. mai, og hon varð hildin í norskum búskarligum øki í Barentshavinum - mitt á einari fiskileið hjá skipunum, sum fiska um hesar leiðir.

 

- Fiskiskipini, sum vóru í økinum, vóru ikki greið yvir hernaðarvenjingarnar fyrr enn tveir dagar eftir, at tær vórðu byrjaðar, verður lagt aftrat í norska kringvarpinum.

 

Eivind Vad Petersson í norska uttanríkisráðnum sigur, at havrætturin gevur Russlandi loyvi til hernaðarvenjingar í norskum búskaparligum øki, eisini í Barentshavinum, men Russland eigur at taka atlit til norsk rættindi og skyldur sum strandaland í økinum.

 

- Tí verður málið um russisku hernaðarvenjingarnar tikið upp í felags norsk/ russisku fiskivinnunevndini, leggur hann aftrat.

 

##med2##