Amerikanska herskipið USS Porter og oljutangaskipið M/V Otowasan stoyttu saman í Hormuz-sundinum úti fyri Bahrain í gjár. Stoyturin var so mikið harður, at hol kom á stýriborðssíðu á herskipinum. Mansskaði var eingin.
Amerikanski herflotin sigur, at nú verður kannað, hví tey bæði skipini stoyttu saman. USS Porter er eitt av skipunum í tí 5. amerikanska flotanum, sum er í og nærhendis Hormuz-sundinum, ið er ein sera týdningarmikil siglingarleið hjá tangaskipum, sum sigla við olju úr Persaflógva.
Fyri trimum árum síðani stoyttu amerikanski kavbáturin USS Hartford og amerikanska herskipið USS New Orleans saman á somu leið.