Hert eftirlit við rúsdrekkakoyring í desember

Nú jólaborðini so smátt eru farin at taka seg upp allastaðni, hevur løgreglan eisini fyrireikað seg til at hava størri eftirit við rúsdrekkakoyring ymsastaðni í landinum.

Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Í hesum sambandi var løgreglan nógv at síggja runt umkring í nátt, men í hesum umfarið er ongin tikin.

Endamálið er nú heldur ikki at taka so nógv, sum gjørligt.

- At vit verða nógv í gøtununum nú í desember mánaði skal heldur síggjast sum eitt fyribyrgjandi átak, sigur vakthavandi.

- Tað snýr seg um at fáa fólk, sum smakka sær á, at lata bilin, ístaðin fyri at koyra við kenning við tí ovurstóra vanda fyri vanlukku, tað hevur við sær.

Vakthavandi sigur, at sv tí sama hevur løgreglan fyrireikað seg upp á at vera nógv sjónligari úti ímillum fólk nú í desember.

Annars hevur løgreglan havt tað friðarligt í nátt.

Men kortini ringdi onkur til løgregluna í Havn í nátt og boðaði frá, at ein maður gekk myrkur og við ongum endurskini á einum strekki, sum var illa upplýst. Tískil sást hann so illa, at hann var í stórum vanda fyri at verða yvirkoyrdur.

Tað er ikki ólólgligt, men tað er so aftur ein áminning um, hvussu stóran týdning tað hevur at brúka endurskin.