Herurin lovar at lata valdið frá sær

Herurin tók í dag við valdinum í Egyptalandi, men herleiðslan hevur lovað, at hon fer at lata valdið frá sær skjótast gjørligt. Til tað hendir, fer eitt serligt ráð at stýra landinum, og tað fer at leggja seg eftir at stýra landinum sum ein vanlig stjórn. Tað segði ein talsmaður fyri herin í einari sjónvarpsrøðu kvøld.

Herleiðslan tók við, tá Hosni Mubarak legði frá sær í dag. Oddamaður í herleiðsluni er verjumálaráðharrin, Mohamed Hussein Tantawi, og hann fer væntandi at senda stjórnina og tjóðartingið til hús.

Tíðindastovurnar skriva úr Kairo, at Tantawi er á forsetaborgini í býnum í kvøld. Fráfarni forsetin er farin til frítíðarbýin Sharm el-Sheikh saman við húski sínum.

Myndugleikarnir í Sveis kunngjørdu í dag, at teir hava fryst øll virði, sum Mubarak-ættin eigur í sveisiskum bankum. Hildið verður, at Mubarak og húski hansara hava útvegað sær millum 60 og 70 milliardir dollarar, síðani Mubarak bleiv forseti fyri knappliga 30 árum síðani.