»Hervør og Høgni« komin á mál

Í morgin, hósdagin klokkan 15, koma Hervør og Høgni á mál. Tá er bókaheildin, sum byrjaði í 2001, fullfíggjað við hópin av byrjunartilfari í føroyskum til 1.-3. flokk. Tí verður lidna bókaheildin Hervør og Høgni løgd fram í Námi, á Hoyvíksvegi 72, hósdagin 16. juni 2011 kl. 15, har øll eru vælkomin.

Magnus Tausen, stjóri, bjóðar vælkomin, Marjun Ziskason, ritstjóri, greiðir frá tilgongdini. Eisini fer 8 ára gamla Rakul Ró, sum eigur ein sang í bókini, at syngja. Rannveig Hovgaard, høvundur, fer at siga frá um Hervør og Høgna.

Í Hugráki á heimasíðuni hjá Námi í dag sigur stjórin, Magnus Tausen, at “mangan hevur verið sagt, at marknaður okkara í Føroyum er so lítil, at einki ber til. Tað sama er fyri stóran part galdandi, tá ið tað snýr seg um skúlatilfar, men vit mugu staðfesta, at tilfar á føroyskum og tilfar at læra føroyskt eiga vit sjálvi at gera.”

Magnus Tausen sigur í Hugráki at “vit eru sera fegin um, at børnini, sum koma í 1. flokk eftir summarfrítíðina, fáa nýtt og spennandi tilfar til undirvísing í móðurmálinum, og ikki nóg mikið við tí: Lærarar kunnu velja ímillum røðina um Hervør og Høgna og Súluna, sum eisini er nýtt tilfar til byrjanarundirvísingina í móðurmálinum. Tvær væl og virðiliga viðgjørdar røðir.

Ómetaliga nógv arbeiði er lagt í hesa seinastu útgávuna við Hervør og Høgna. Høvundarnir hava saman við teknarum, grafikarum, lesikønum, fylgibólki og ritstjóra viðgjørt alt tilfarið úr øllum ættum, so tað skal vera so fullfíggjað, sum til ber. Harumframt er tilfarið roynt í skúlaverkinum og tillagað samsvarandi hesum eftirmetingunum.”

Dagsins hugrák á heimasíðuni hjá Námi endar við at siga, at “soleiðis skal tilgongdin vera, tá ið upprunaføroyskt tilfar verður skipað. Tað er ikki bara galdandi fyri tilfar í fakinum føroyskt, men tilfar í øllum fakum til alla skúlaskipanina. Tað verður skapt úr ongum líka frá hugskoti til liðugt verk. Tað krevur samstarv millum fakfólk, og tað krevur miðvísa stýring og ikki minst fíggjarligt grundarlag.

Vilja vit hava føroyskt tilfar, kann tað ikki standa aftanfyri útlendskt tilfar. Hervør, Høgni og Kúlvurnar eru føroysk burturav. Tey standa ikki aftanfyri nakað annað, men tað hevur kravt tað besta frá nógvum og ikki minst fígging. Minni kann tað ikki vera!”

Høvundarnir, Rannveig Hovgaard og John Næs Berg, hava saman við teknarunum, Edward Fuglø og Hannis Egholm, lesikønum, fylgibólki, eftirmetingarbólki og ritstjóranum, Marjun Ziskason, viðgjørt og roynt tilfarið, so alt er klárt til skúlabyrjan.

- Øll eru vælkomin til bókaframløguna, siga tey á Námi.