Herverk framt í býarbussinum í Klaksvík

- Heitt verður staðiliga á øll um at fara væl um, so góða tænastan kann halda fram, siga tey í Klaksvíkar kommunu.

- Býarbussurin í Klaksvík byrjaði at koyra í 2014, og í øll hesi árini hava fólk verið sera væl nøgd og góð við bussin.

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at í 2020 kom ein nýggjur býarbussur, sum kommunan hevur havt sera góðar royndir við. 

 

Men, tíverri hevur tað víst seg í seinastuni, at herverk hevur verið framt í bussinum.

 

- Hetta hoyrir ongastaðni heima, og tí heitir kommunan borgarar um at geva slíkum ans, og at tala at, um tey síggja fólk gera seg inn á bussin.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at øll setur í bussinum verða skift í løtuni. 

 

- Tí  verður staðiliga heitt á øll um at fara væl um, so góða tænastan kann halda fram, verður lagt aftrat.