Herverk í Kunoyartunlinum


Langafríggjadagsmorgun fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um, at herverk varð framt í Kunoyartunlinum. Onkur hevur boygt og oyðilagt skeltini, ið eru fest í veggin, og sum endurskin er á.
Løgreglan sigur, at gerningsmenninir hava nýtt amboð at fremja herverkið, tí hetta kann ikki gerast við handamegi. 26 skelti eru oyðiløgd báðumegin við, og tað darvar bilførarum, tí einki ljós er í tunlinum.
Herverkvið er framt í tíðarskeiðnum frá hóskvøldið til fríggjamorgum, men løgreglan hevur onga hóming av, hvør gerningsmaðurin kann vera.