Vágbingar eru í hesum døgum merktur av, at herverk verður framt á bilar so, at bóltar verða loystir av hjólum og harvið eru hjólini loysnað. Hans Jacob Hjelm, vágbingur, sigur við in.fo í morgun, at tað eru fleiri dømi um tað.
- Tað er í øllum førum hent tríggjar ferðir seinastu dagarnar, sigur Hans Jacob Hjelm.
Herverkið er ikki meldað til løgregluna, tó løgreglan í Suðuroynni er kunnað um hendingarnar. Tað, sum nú umræður sambært Hans Jacob Hjelm, er at vera ansin.
- Fólk mugu vita av hesum, so tey kunnu verja seg í móti tí og hyggja eftir hjólunum áðrenn tey fara at koyra, sigur Hans Jacob Hjelm.
Einki álvarsamt er hent í kjalarvørrinum av hesum herverki, men tað er givið, at tað kann ganga heilt galið, um hjólini loysna, meðan bilurin er á ferð.