Herverkið flytur leik í Perluna

Tjóðpallur Føroya er framvegis ikki í nóg góðum standi til at hýsa leikum eftir umfatandi herverkið, sum fór fram fyri trimum vikum síðani. Gólvið fekk stóran vatnskaða, og tað hevur ført við sær, at tað gongur striltið við at gera neyðugu ábøturnar. Eiheldur ljósskipanin og pulturin eru vorðin virkin aftur enn, og mugu serfrøðingar hyggja eftir hesum og koma til niðurstøðu hvørs tað kann bjargast ella ikki.

Ein leikur, sum hevur verið ávirkaður og skuldi hava frumsýning stutt eftir herverkið, verður ístaðin frumsýndur í annaðkvøld, týskvøldið kl.19.30 í Perluni í Tórsgøtu.

Talan er um leikin «Tak Teg Saman!», sum bleiv skrivaður í Danmark í 2007, og er blivin spældur fyri skjótt 30.000 áskoðarum á bæði donskum, svenskum, norskum, týskum, enskum og nú eisini á føroyskum.

Undir leiðslu av leikstjóranum Maria Kjærgaard-Sunesen, hava tey trý Beinta Clothier, Bartal Augustinussen og Kjartan Hansen, bóltrað sær við venjingum og sangi og, sum fyrireikararnir sjálvir siga:

- Nú hava tit øll møguleikan at fáa eina fantastiska uppliving saman við teimum gott 30 leiklutunum, leikararnir deila millum sín.