– At Kristin Michelsen nú blandar samgonguna í Løgtinginum upp í eina viðurskifti í Tvøroyrar býráð, er ein hansara egna val.
Tað sigur Bjarni Hammer, býráðslimur á Tvøroyri fyri Javnaðarflokkin. Og tað sigur hann nú Kristin Michelsen hevur boðað løgmanni frá, at sum støðan er nú, følir hann seg ikki bundnan at samgonguni og Javnaðarflokkinum í Løgtinginum, men fer at taka støðu frá máli til mál.a
Orsøkin til at hann leggur hesa bumbuna undir samgonguna, og Javnaðarflokkin, er, at hann er komin í minniluta í Tvøroyrar Býráð eftir at Kristina Roest tók seg úr meirilutanum, og skipaði nýggjan meiriluta saman við Javnaðarflokkinum.
Og nú Javnaðarflokkurin hevur fingið meirilutan, vil hann eisini hava, at allar nevndir í býráðum skulu veljast um aftur so at nýggi meirilutin fær meirilutin í teimum.
Sjálvur borgarstjórin kann ikki skiftast og hann er samstundis fastur formaður í fíggjarnevndini. Varaborgarstjórin kann heldur ikki skiftast, so hesi viðurskiftini kann nýggi meirilutin einki gera við. Men harafturat hava tey í nýggja meirilutanum eisini bjóðað minnilutanum formansskapin í trivnaðar- og umhvørvisnevndina.
Hinvegin vil nýggi meirilutin umskipa Havna- og vinnunevndina, Mentanarnevndina, Sosialu nevnd og Teknisku Nevnd, so at tey fáa formansskapin og meirilutan í teimum.
Men Kristin Michelsen er ikki sinnaður at lata vald gleppa sær av hondum við góðum, og tískil hevur hann nú boðað frá, at so leingi Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri ikki vil samstarva við hann, fer hann heldur ikki at føla seg bundnan at fylgja Javnaðarflokkinum og samgonguni í Løgtinginum.
Bjarni Hammer sigur, at hetta er ein avgerð, Kristin Michelsen hevur tikið einsamallur. Men sjálvur heldur Bjarni Hammer, at tað er skeivt at blanda samgonguna upp í viðurskifti í Tvøroyrar býráð.
– Eg veit einki um, at tað nakrantíð er hent áður, at viðurskiftini í einum kommunustýri verða drigin inn á Føroya Løgting, sigur Bjarni Hammer.
Og hann sigur, at tað hava tey í Javnaðarflokkinum á Tvøroyri heldur ikki gjørt síðani seinasta kommunuval, hóast Kristin Michelsen, sum er valdur á Løgting fyri Javnaðarflokkin, men í býráðið fyri Kommunulistan, sjálvur skipaði ein meiriluta í Tvøroyrar býráð, har Javnaðarflokkurin varð settur uttan fyri alla ávirkan.
Men nú Kristin Michelsen hevur tikið stuðulin til samgonguna aftur og fer at atkvøða frá máli til mál, er tað ein spurningur um býráðið fer at nokta honum at verða bæði borgarstjóri og løgtingsmaður ísenn. Tað kann ein meiriluti í býráðnum nevniliga nokta honum, men Bjarni Hammer sigur, at tann spurningin hava tey, sum manna nýggja meirilutanum í Tvøroyrar býráð, als ikki viðgjørt.
Men aðrar keldur kortini, at ger Kristin Michelsen álvara av hóttanini at taka stuðulin til samgonguna aftur, fer býráðsmeirilutin á Tvøroyri at tvinga hann at velja ímillum at vera løgtingsmaður ella at vera borgarstjóri á Tvøroyri.
Kristin Michelsen hevur boðað frá, at hann hevur ikki viðmerkingar til málið.