Hesa ferð er bara ein úr Suðuroynni

Í dag hava 11 heilsurøktarar fingið prógv á Heilsuskúla Føroya

 

Í dag hava 11 heilsurøktarar fingið prógv á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy.

Tað hevur onkuntíð verið funnist at, at skúlin er so fjarskotin, at tað eru fá norðan eftir, sum hætta sær suður á skúla og tí eru tað í stóran mun bara suðuroyingar, sum fara í skúla.

Í so máta má próvtøkan í dag vera eitt undantak, tí hesa ferð er bara ein av teimum, sum hava tikið prógv, úr Suðuroy.

Fýra av teimum eru úr Norðoyggjum, trý eru úr Tórshavn, ein er norðstreymoy, ein er úr eysturoy, ein er úr Sandoynni og einer úr Suðuroy.

Hesa ferð eru tað 11 kvinnur og ein maður, sum hava tikið prógv.

Aftara rað frá vinstru eru tey Amanda Askham, Norðoyri, Silja Sivertsen, Norðdepil, Noomi Poulsen, Hvannasund, Marianna Eið Joensen, Skopun, Helen Dam, Vágur og Marta Summer Tausen, Tórshavn.

Fremra rað frá vinstru eru tað Kristina Sundar Hansen, Vestmanna, Gunnvá M. Absalonsen, Viðareiði, Ragnar Petersen, Tórshavn, Lillian Poulsen, Tórshavn og Dagunn Hansen, Saltangará