Tað hevur ongantíð áður verið so stórur áhugi fyri formanssessin og fyri at koma í nevndina í felagnum fyri Sjúkrarøktarfrøðingar, sum tað er nú.
Tað staðfestir felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í kvøld.
Felagið hevur aðalfund leygdardagin 18, mars og tá er bæði formansval og nevndarval á skránni Freistin at stilla upp, fór í dag og tað eru ikki færri enn fýra sjúkrarøktarfrøðingar, sum bjóða seg fram at leiða felagið hesi næstu fýra árini.
Óluva í Gong er forkvinna, og hon stillar eisini upp aftur á aðalfundinum hesa ferð.
Men tað eru ikki færri enn tríggir aðrir sjúkrarøktarfrøðingar, sum bjóða henni av at standa á odda fyri felagnum, og sum sostatt eisini stilla upp til formansvalið.
Tær eru Elisabeth M. Hjaltali og Jóngerð M. Nielsen sum báðar eru deildarleiðarar í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Havn, umframt Annemi Lund Joensen, sum undirvísir á sjúkrarøktarfrøðideildini.
Somuleiðis skulu tveir limir veljast í nevndina og eisini her hava fýra sjúkrarøktarfrøðingar bjóða seg fram.
Tær eru Sólrun Foldbo, heilsufrøðingur í Gigni, Anja Perdomo Jacobsen, sjúkrarøktarfrøðingur á Brádeplinum á Landsjúkrahúsinum, Diana Poulsen Strøm, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og Boðanesheiminum og Vanja Vestergaard, sum er barnasjúkrarøktarfrøðingur á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum.