Tólv fólk doyðu, tá ein palestinskur sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina í Jerusalem tíðliga gjáramorgunin.
Maðurin var í einum bussi, sum var fullur av fólki. Busurin var á veg úr býarpartinum Kiryat Menaham har vesturi í Jerusalem og skuldi inn í miðbýin við arbeiðsfólki og børnum, sum skuldu í skúla.
Men tey komu ongantíð so langt. Á vegnum sprongdi maðurin bumbuna, sum hann hevði hjá sær. Tólv fólk doyðu, og meiri enn 40 vórðu særd.
Nær maðurin kom upp í bussin, dugdi løgreglan ikki at siga í gjár, og hon visti heldur ikki, hvør bumbumaðurin var.
Ein talsmaður hjá ísraelska innanríkisráðnum segði, at tað var uttan iva ein palestini, sum hevði sprongt bumbuna. Talsmaðurin segði, at tilburðurin er enn eitt dømi um palestinska ágangin ímóti ísraelska sivilfólkinum, og hann legði afturat, at hetta kann ikki halda fram.
Beint aftan á spreingingina fóru fleiri ísraelsk hernaðarakfør inn í Betlehem, men einki varð sagt um, hvør ætlanin við átaklinum var. Ísraelski herurin hevur ikki verið í Betlehem síðani tann 19. august, tá herurin tók seg aftur eftir einari avtalu millum ísraelskar og palestinskar myndugleikar. Eftir teirri avtaluni skuldi ísraelski herurin fara úr býnum, aftur fyri at palestinar skuldu gevast við at søkja at málum í Ísrael. Men sum so mangar aðrar avtalur millum teir báðar partarnar helt hendan heldur ikki.