Hóskvøldið klokkan 19.45 tekur HB móti Maccabi Haifa í seinna dystinum í triðja undanumfarinum í Europa Challenge League. Dysturin verður spældur á Tórsvølli.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Maccabi Haifa vann fyrra dystin 7-2, men fyri føroyska UEFA Club Ranking roknskapin hevði tað munað um HB vann ella leikti javnleik á Tórsvølli hóskvøldið.
Áðrenn dystin í Ísrael vóru gjøgnumsnitsoddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum uppá sigur til HB næstan 18,0. So ógvusligt er tað ikki hesaferð.
Oddsini uppá heimasigur til HB sveiggja millum 3,78 og 4,80.
Oddsini uppá útisigur til Maccabi Haifa sveiggja millum 1,62 og 1,70.
Oddsini uppá javnleik sveiggja millum 3,64 og 4,20.
Hetta er stórur munur í mun til áðrenn dystin í Ísrael. Tað vóru gjøgnumsnitsoddsini uppá sigur til Maccabi Haifa bara 1,12.
Veddingarfyritøkur: HB-Maccabi Haifa | Heimasigur | Javnleikur | Útisigur | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 4.25 | 3.80 | 1.64 | ||
1xBet | 4.44 | 4.14 | 1.67 | ||
888Sport | 4.80 | 3.75 | 1.65 | ||
bet-at-home | 4.20 | 3.75 | 1.61 | ||
bet365 | 4.75 | 4.00 | 1.61 | ||
Betfair | 4.33 | 3.80 | 1.62 | ||
Betsafe | 4.33 | 4.20 | 1.66 | ||
Betsson | 4.33 | 4.20 | 1.66 | ||
BetVictor | 4.33 | 3.90 | 1.62 | ||
Betway | 4.33 | 3.80 | 1.70 | ||
bwin | 4.33 | 3.75 | 1.62 | ||
ComeOn | 4.25 | 3.80 | 1.64 | ||
Interwetten | 4.40 | 3.85 | 1.65 | ||
Pinnacle | 4.47 | 3.98 | 1.66 | ||
SBOBET | 3.78 | 3.64 | 1.64 | ||
UniBet | 4.80 | 3.75 | 1.65 | ||
youwin | 4.20 | 3.70 | 1.62 | ||
Betfair Exchange | 4.23 | 3.80 | 1.67 | ||
Gjøgnumsnitsodds | 4.37 | 3.87 | 1.64 |