Hesaferð máttu Lív og Súna lúta fyri Esbjerg

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Lív S. Poulsen, Súna K. Hansen og liðfelagarnir spældu í kvøld móti Esbjerg á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tá liðini møttust í Esbjerg 30. august í fjør vann Ajax ein sera óvæntaðan 19-15 (13-12) sigur.

 

Í kvøld fekk Esbjerg hevnt tapið við einum sannførandi 29-20 sigri á Ajax. Longu í fyrra hálvleiki var greitt hvønn veg tað bar. Í steðginum var Esbjerg á odda 17-7.

 

Lív skoraði tvey mál, og Súna skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál hjá Ajax.

 

Liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster vann á heimavølli stórsigur 37-26 (15-13) á Skanderborg. Annika fekk ikki nógva spælitíð í málinum í kvøld.

 

Nykøbing Falster er nummar fimm í deildini við 18 stigum. Ajax er fjórðaftast við bert sjey stigum.