Jólini nærkast og tað er tíðin, tá ið tað er vanligt at hugna sær við holukøkum. Men tað er eitt slag av holukøkum, sum helst taka matarlystin frá teimum flestu. Teimum ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú ímóti, tí tær hava eisini verið at fáa í handlum í Føroyum.
Talan er um »REMA1000 Julens æbleskiver med kardemomme«, sum ávarað verður ímóti. Nettovektin á hvørjum pakka er 560 gramm og talan er um pakkarnar, sum eru pakkaðir 17.08. 2022 og sum eru best fyri 16.08.2024.
Orsøkin til ávaringina er, at vandi er fyri, at tað, umframt holukøkur, eisini eru deyðar klukkur í pakkanum og tí eru tær ikki egnaðar til mannaføði. Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir tí á fólk, sum liggja inni við hesum pakkunum um at lata teir aftur í handilin, haðani teir eru keyptir, ella at koyra teir í skrell.