Hesi 17 eru vald hesa ferð

Talan er um 15 menn og bara tvær kvinnur Tey fingu øll ímillum 264 og 620 atkvøður

Herfyri var val til umboðsráðið hjá Betri Trygging. Tað eru 35 limir í umboðsráðnum og val er annaðhvørt ár. Tað merkir, at annaðhvørt ár standa 17 limir fyri vali og annaðhvørt ár standa 18 limir fyri vali.

 

Á valinum hesa ferð stóðu 17 limir fyri valið. Tryggingin sigur, at tilsamans atkvøddu 6.236 tryggingartakarar atkvøðu til umboðsráðsvalið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Tey, sum vórðu vald, vóru 15 menn og einans tvær kvinnur – og tey valdu eru:

 

Jákup Egholm Hansen

 

Argir fekk 620 atkvøður

 

Súni í Hjøllum

 

Toftir, fekk 596 atkvøður

 

Oddur Árnason Højgaard 

 

Norðoyri, fekk 578 atkvøður

 

Jutta Helgadóttir

 

Tórshavn, fekk 482 atkvøður

 

Karl Leonsson

 

Argir, fekk 430 atkvøður

 

Guðrun Poulsen

 

Argir, fekk 409 atkvøður

 

Mortan Simonsen

 

Argir, fekk 373 atkvøður

 

Johann Behrens

 

Tórshavn, fekk 354 atkvøður

 

Dávur Reinert Petersen

 

Saltnes, fekk 337 atkvøður

 

Uni Danielsen 

 

Hoyvík, fekk 326 atkvøður

 

Hallur Thomsen

 

Argir, fekk 283 atkvøður

 

Sjúrður Hammer 

 

Tórshavn, fekk 281 atkvøður

 

Dánjal Petur Nielsen

 

Tórshavn, fekk 279 atkvøður

 

Hanus Toftheyggj

 

Hvalba, fekk 279 atkvøður

 

Høgni í Stórustovu 

 

Tórshavn, fekk 279 atkvøður

 

Jens Johan Dam 

 

Tórshavn, fekk 272 atkvøður

 

Niels Olaf Eyvindsson 

 

Sandvík, fekk 264 atkvøður

 

Uppgávan hjá Umboðsráðnum er at skipa aðalfundirnar hjá felagnum. Umboðsráðið velur nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, góðkennir roknskapin og tekur støðu til ymisk mál


Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað eisini verða aðrir regluligir umboðsráðsfundir, har yvirskipað átøk verða umrødd. Ráðið hevur, í mesta lagi, seks fundir um árið, nevniliga til til ársaðalfundin um vári og til kunningarfund um hálvársroknskapin á heysti. Harumframt eru fýra fundir um málsetning, virksemi og um samfelagsábyrgd felagsins.