Hesi 18 eru vald í umboðsráðið hjá Betri

Ein triðingur av teimum, sum høvdu valrætt, hava gjørt sær dælt av møguleikanum at velja til umboðsráðið hjá Betri samtakinum

Hjá Betri hava tey nú talt upp atkvøðurnar í sambandi við umboðsráðsvalið.

37 fólk stillaðu upp til teir 18 sessirnar, sum hesaferð stóðu fyri vali.

Av teimum 22.087 tryggingartakarunum, sum høvdu valrætt, greiddu 7.431 atkvøðu, svarandi til eina valluttøku upp á 34 prosent.

Tey fyrstu 18 á listanum niðanfyri eru vald í Umboðsráðið:

##med2##