26 menn og ein kvinna velja formann í Fólkaflokkinum

Síðani in.fo í dag kunngjørdi nøvnini á teimum, sum sambært heimasíðu Fólkafloksins skulu velja formann floksins, hevur Fólkaflokkurin dagført heimasíðu sína, tí har vóru fleiri nøvn, ið vóru skeiv.

Í floksleiðsluni hjá Fólkaflokkinum eru ikki 26 menn og tvær kvinnur, sum vit skrivaðu í morgun, men 26 menn og ein kvinna, sum er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Sum skilst rekur hart á Jørgen Niclasen sum formaður í Fólkaflokkinum. Bæði tingfólk og floksleiðslulimir í Fólkaflokkinum tosa alment um, at nú má formaðurin í Fólkaflokkinum skiftast út.

 

Annika Olsen hevur eisini alment boðað frá, at hon stillar ikki uppaftur, um Jørgen Niclasen er formaður í Fólkaflokkin, og um tann »lítli konservativi meirilutin í tingmanningini« ræður í Fólkaflokkinum til komandi val.

Tað er floksleiðslan í Fólkaflokkinum, sum velur formannin. Og tað skal gerast á hvørjum á fyri landsfundin.

Fyri at stilla upp til formann, skal tú hava í minsta lagi fýra stillarar. Og stillarar kunnu bara vera ting- og landsstýrisfólk floksins. Ting- og landsstýrisfólkini eru 11 í tali, og tá tú í minsta lagi skal hava ein triðing av teimum, so krevjast hesaferð minst fýra.

Atkvøðurrætt til formansvalið hevur floksleiðslan, sum umframt løgtings- og landsstýrisfólkini telur formenninir á øllum lokalfeløgunum umframt ein persón úr hvørjum felag. Og at tað eru menninir, sum valda í Fólkaflokkinum, ber kynsjavnvágin í flomsleiðsluni boð um, tí har eru 26 menn og ein kvinna.

 

Tey 27 fólkini eru sambært heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum hesi:

 

  1. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, floksformaður
  2. Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
  3. Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
  4. Christian Andreasen, løgtingsmaður, formaður fyri tingbólkin
  5. Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, løgtingskvinna
  6. Beinir Johannesen, løgtingsmaður
  7. Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður
  8. Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður
  9. Uni Rasmussen, løgtingsmaður
  10. Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
  11. Heðin Zachariasen, løgtingsmaður 
  12. Símun Gullaksen, Norðoya Fólkafloksfelag
  13. Hallstein Jacobsen, Norðoya Fólkafloksfelag
  14. Eyðun á Lakjuni, Eysturoyar Fólkafloksfelag
  15. Michael Dalbø, Eysturoyar Fólkafloksfelag
  16. Áki Olsen, Norðstreymoyar Fólkafloksfelag
  17. Bárður Poulsen, Norðstreymoyar Fólkafloksfelag
  18. Jógvan Magnus (Eggaba) Andreasen, Vága Fólkafloksfelag
  19. Høgni Egilstoft Nielsen, Vága Fólkafloksfelag
  20. Rói B. Poulsen, Havnar Framburðsfelag
  21. Regin W. Dalsgaard, Havnar Framburðsfelag
  22. Ingimar Thomsen, Sandoyar Fólkafloksfelag
  23. Leif Krogh Mortensen, Sandoyar Fólkafloksfelag
  24. Jóhan Eli Poulsen, Suðuroyar Fólkafloksfelag
  25. Knútur Nygaard, Suðuroyar Fólkafloksfelag
  26. Erling Mørkøre, Huxa
  27. Tummas Jóhan Larsen, Huxa