Hesi donsku krøvini mugu aldrin setast í gildi í Føroyum

Arbeiðsgevarar vísa ikki frá sær, at kravdar hvílitíðir verða settar í gildi fyri tey, sum koyra buss og lastbil í Føroyum. Tað er kortini eitt stórt men

Skulu tey, sum koyra buss og lastbil í Føroyum hava kravdar hvílitíðir, má tað umhugsast sera væl. Tað gera tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag greitt, nú Heðin Mortensen, landsstýrismaður, ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið, so at lógarkravdar treytir verða settar fyri, hvussu leingi, tey, sum koyra lastbil og buss, kunnu koyra út í eitt, uttan at hvíla seg. Og samstundis er ætlanin at seta reglur fyri, hvussu leingi førararnir so skulu hvíla seg, áðrenn teir aftur hava loyvi til at seta seg við róðrið.

 

 

Les meiri her: Nú skulu føroyskir bilførarar hava kravdar hvíitíðir

 

 

Í Arbeiðsgevarafelagnum eru tey samd um, at hetta fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri vinnuna, men enn er hetta so nýtt, at tey hava ikki havt stundir til at viðgera ætlanina út í æsir. Men tey leggja dent á, at slíkar reglur um hvílitíðir til vinnuligar bilførarar, mugu ikki setast í gildi uttan í samráð við vinnuna, og tey vænta eisini at verða tikin við í viðgerðina, áðrenn reglurnar verða settar í gildi.

 

Arbeiðsgevararnir vísa á, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur ikki gjørt sær tankar um, hvussu aljtóða reglurnar um hvílitíðir hjá vinnuligum bilførarum, kunnu lagast til føroysk viðurskifti.

 

– Tað er av stórum týdningi, at danska reglugerðin ikki verður sett í gildi í Føroyum, men at eitt nágreiniligt forarbeiði verður gjørt, sum tekur støði í føroyskum viðurskiftum, so at vit fáa eina føroyska skipan, siga arbeiðsgevararnir

 

Tey leggja nevniliga stóran dent á, at viðurskiftini í Føroyum eru grundleggjandi øðrvísi enn tey eru á meginlandinum í Evropa, ella í Danmark. Í Evropa eru reglurnar grundaðar á, at nógv av koyringini er langferðarkoyring, har hvør túrur kann verða fleiri samdøgur, og mangan um landamørk. Men í Føroyum kanst tú í mesta lagi koyra í hálvanannan tíma út í eitt.

 

– Tílíkir grundleggjandi munir gera tað týdningarmikið at geva sær góðar stundir, og at seta neyðugu tíðina av til at fyrieika eina føroyska reglugerð, soleiðis at hon verður lagað til viðurskiftini her á landi.

 

Og Arbeiðsgevarafelagið gera eisini greitt, at tey bjóða seg eisini til at vera við í einum arbeiði at gera eina slíka reglugerð.