Hesi eplini eru góð at brúka í ár

Hesi sløgini av eplum, eru góð at seta niður í vár – og eitt slag er serliga gott til kips

Í fjør gjørdi Búnaðarstovan nakrar royndir við eplaveltum og úrslitið er, at tey hava nøkur tilmæli um nøkur ávís sløg av seteplum, tey mæla til at brúka nú í vár, bæði til flagveltur og til moldveltur.

 

Á heimasíðuni vísa tey á, at nøkur sløg geva góð úrslit bæði í flageveltum og í moldveltum, eitt nú hesi eplasløgini:

 

Folva, sum er mest brúkta etingarepli í Norðurevropa, tey eru hvít, miðal mjølvut, geva nógv hvørt ár og tey eru passalig í stødd.

 

Cimega eru gul, avlong, snøgg, og stór epli. Tað er rættiliga nógv undir og turrevnisprosentið er miðal.

 

Markies eru gul, avlong epli, miðal stór, geva nógv og tey eru mjølvut tí turrevnisprosentið er so høgt. Hetta eplaslagið er serliga væl egnað til kips, sigur Búnaðarstovan.

 

Oleva eru reyð og mjølvut epli, sum smakka væl. Støddin er miðal, tey geva javnt nógv og kunnu goymast leingi.

 

Eisini Carolus eplini eru góð bæði til flagveltur og til moldveltur. Tey eru hvít við reyðum eygum, mjølvut og smakka væl. Úrtøkan er miðal, men so hava tey tann fyrimun, at tey eru mótstøðufør móti svartaspillu.

 

Hinvegin eru Raja eplini betur til flagveltu. Tey eru reyð, mjølvut, vælsmakkandi og vøkur epli. Støddin er miðal stødd, tey geva javnt nógv og eisini tey eru mótstøðufør móti svartaspillu.

 

Har afturímóti eru Linata eplini betur til moldveltu. Tey eru gul, avlong, snøgg og miðalstór epli, sum geva nógv og við miðal turrevnisprosenti.