Hesi eru vald í friðingarnevndir kring landið

Yvirfriðingarnevndin og lokalar friðingarnevndir eru valdar av nýggjum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum hevur sett yvirfriðingarnevnd og friðingarnevndir av nýggjum.

Sambært løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing skulu setast ein yvirfriðingarnevnd fyri alt landið. Í henni sita sambært lógini sorinskrivarin, landsfornfrøðingurin, leiðarin av natúrsavninum og tveir aðrir limir, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn.

Umframt yvirfriðingarnevndina verður friðingarnevnd sett í hvørjari sýslu við sýslumanninum sum formanni og 2 øðrum limum, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn. Sitandi friðingarnevndir vórðu settar í februar 2012, og tí er teirra setanarskeið runnið.

Nevndirnar eru mannaðar soleiðis fyri komandi 6 áraskeið:


Í yvirfriðingarnevndin. Teir føddu 3 føddur limir: Henrik Møller, sorinskrivari, formaður, Símun V. Arge og Magnus Gaard fyri Tjóðsavnið. Valdu limir eru Elsa Østergaard, Hoyvík og Michael Jacobæus, Tórshavn.


Í náttúrufriðingarnevndir fyri Norðoyar sýslu eru vald Gunrið Kallsberg, Viðareiði og Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík


Í náttúrufriðingarnevndir fyri Eysturoyar sýslu eru vald: Marnar Gærdum, Strendur og Annvør Jacobsen Eiði.


Í náttúrufriðingarnevndir fyri Streymoyar sýslu eru vald: Fróði Bjarkason Skúvadal, Vestmanna og Jacklin Djurhuus, Tórshavn


Í náttúrufriðingarnevndir fyri Vága sýslu eru vald: Niels Nielsen, Sørvágur og Aud í Soylu, Sandavágur.


Í náttúrufriðingarnevndir fyri Sandoyar sýslu eru vald: Dávur Sørensen, Húsavík og Elisabeth Myllhamar, Skálavík.


Í náttúrufriðingarnevndir fyri Suðuroyar sýslu eru vald: Sólfinn Kjærbo, Sumba og Ingvør Hansen, Vágur.