Hesi fáa stuðul til útoyggjamenning

Stuðul er latin 18 verkætlanum um útoyggjamenning

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur nú játtað stuðult til útoyggjamenning.

18 umsóknir hava fingið játtað stuðul til útoyggjamenning. Stórur áhugi er fyri at gera tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar, og Heilsu- og innlendismálaráðið fekk íalt 26 umsóknir um stuðul.

Hesi 18 fingu stuðul í 2018 fyri tilsamans 800.000 krónur:

  • Útoyggjafelagið 240.000 krónur
  • Kellingargarður, Hattarvík 40.000 krónur
  • Umvæla bygdagøtu og avmerkja staðarnøvn í Hattarvík 20.000 krónur
  • Betur umstøður at hava tarvskálvar/tarvar til kjøtframleiðslu 10.000 krónur
  • Bátasavn í Svínoy 30.000 krónur
  • Upplivingarsetur í Svínoy 30.000 krónur
  • Verkætlan fyri garðin á Stórheygnum í Svínoy 30.000 krónur
  • Torvhús í Svínoy 30.000 krónur
  • Broyta gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi 40.000 krónur
  • Søla av heimaframleiddari vøru til ferðavinnu á Trøllanesi 20.000 krónur
  • Dagføring av flettingarrúmi á Trøllanesi 40.000 krónur
  • Skinku og ostaframleiðslu á Trøllanesi 10.000 krónur
  • Matstovan Viljin á Húsum 50.000 krónur
  • Ístandsetan av bygdarhúsinum á Húsum 30.000 krónur
  • Oljuflutningur í Mykinesi 60.000 krónur
  • Skúvoyar Bygdarsavn, varðveitan av fuglaveiðuútgerð 40.000 krónur
  • Hjá Ingu, Ból og biti, Skúvoy 30.000 krónur
  • Menning av sterkum løgi úr kolorabi- og majrótum, Dímun 50.000 krónur