Nú er greitt hvørji lið skulu hittast í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakast var í 3-2-ítróttarsendingini hjá Kringvarpi Føroya í kvøld.
Lutakastið fløskaði seg soleiðis:
Innleiðandi umfar: (28. mars)
Undrið FF – Giza/Hoyík
Royn – 07 Vestur
1. umfar: (6. apríl)
HB – Skála
EB/Streymur – KÍ
ÍF – B71
Víkingur – B68
B36 – TB
MB – Undrið FF/Giza/Hoyvík
NSÍ – FC Suðuroy
Royn/07 Vestur – AB
Fjórðingsfinalur verða leiktar 22. apríl, fyrra hálvfinala 21. mei og tann seinna 3. juni. Steypafinalan verður 29. august.