Hesi kappast ímóti Brandi

Leygarkvøldið byrjar størsta ballið í Svøríki. Hesin setningurin hevur verið at hoyrt úr svenska sjónvarpinum nú í fleiri vikur. Og soleiðis er tað her í Svøríki - fólk elska Grand Prix, og tá undankappingar og stóra finalan eru á skránni, er næstan fólkatómt á gøtunum.

Grand Prix Inna Tørnroos [email protected] Níggjunda februar klokkan 19 føroyska tíð byrjar so ballið - svenska Grand Prixið. Og tey, sum standa á pallinum hetta fyrsta kvøld, eru ikki at spæla við. Kappingin er hørð, og tað eru bara tvey av teimum átta, ið beinleiðis fara víðari til finaluna. Tey, sum koma á triðja og fjórða pláss, fáa ein møguleika aftrat, at koma til undankappingina "Andra chansen". Har kappast nummar trý og fýra frá øllum undankappingunum um tvey pláss aftrat til stóru finaluna í Globen 15 mars. Kanska eitt sindur torført at skilja, men her í Svøríki duga vit Grand Prix reglarnir líka væl sum at telja upp í trý. Torfør kapping Brandur hevur sum sagt ikki fingið tey lættastu at kappast ímóti. Christer Sjøgren, ið vit kenna sum forsangarin í Vikingarna, er kendur og vældámdur, E-Type & The Poodles er ein samanblanding, ið teirra fjepparir óivað stemma uppá, og so lítla, fitta Amy Diamond, ið hevur haft fleiri løg á listunum her í Svøríki. Hesi trý meta nógv hava størstan møguleika at koma til Globen, men nevna samstundis nøvn sum Velvet og Brandur, sum tvey sum kunnu yvirraska og koma víðari. Vest og myrkar buksir Tað, sum er minst líka týdningarmikið sum lagið, er hvussu tey luttakandi klára seg á pallinum. Klæðir, hár og koreografi telur nógv, tá sjónvarpshyggjarin skal velja sær sang at stemma uppá. Brandur hevur slatrað fyri mær, at hansara klæði eru einkul, ein kowboyinspireraður vestur, myrkar buksir og bláar skógvar! Vesturin er keyptur á second-hand í Stockholm. Um tað er ein vinnandi klædningur, fáa vit so at vita leygarkvøldið. (Koyr hetta í kassa): Kringvarp Føroya sendir svenska Grand Prixið við Brandur Enni leygarkvøldið kl 19.00 1. E-type & the Poodles Line Of Fire “This Is The Way” og ”Campione” eru tvey av kendastu løgnum hjá E-type ella Martin Eriksson, ið er hansara verðuliga navn. Hann er sera kendur her í Svøríki, og hetta er aðru ferð hann er við til Grand Prix. Hesuferð luttekur hann saman við bólkinum The Poddles, ið mest spæla harðan rocktónleik! Teir hava eisini luttikið einaferð fyrr. Sangurin, sum hesir fimm luttaka við er ein rættur hardrocksangur. 2. Face-84 Alla gamla x Emma Karlsson, Josefine Hansson, Sofia Helgesson og Sara Carlsson eru tilsamans bólkurin Face-84. Allar eru 23 ár og ókendar higartil í Svøríki. Tær koma allar úr býnum Varberg, og hava spælt saman sidan 2000, undir navninum Easy Damn. Kendi tónleikarin Wille Crafoord hevur gjørt sangin, ið verður lýstur sum popputur við 60-ara íblástri. 3. Velvet Déjà vu Velvet eitur eftir røttum Jenny Petersson og er frá Helsingborg. Hon hevur luttikið einaferð fyrr, 2006, í svenska Grand Prixinum. Hon er ikki serliga kend í Svøríki, men harafturímóti selur hon nógvar fløgur í útlandinum, til dømis Japan, Filippinunum og Fraklandi. Hetta lagið er eitt rættuligt diskolag við einum niðurlag, sum fær tey flestu at vilja syngja við. 4. Brandur Lullaby Fyri tvøradrongin Brand Enni er hetta størsta framførðslan higartil. Líka kendur sum hann er fyri okkum føroyingar, líka ókendur er hann her í Svøríki. Her verður hann bara kallaður fyri Brandur. Bløðini skriva at flestu stemmurnar kann Brandur nokk vænta at fáa frá ungum gentum. Sangurin hjá Brandi er eitt róligt popplag við jazz íblástri. Sangurin er um hví kærleikin kølnar. 5. Michael Michailoff That's Love Michael Michailoff er føddur og uppvaksin í Svøríki. Hann skrivar nógvan tónleik, og var við i kappingini Fame Factory fyri nøkrum árum síðani. 2004 kom hansara fyrsta fløga út "In God I Trust". Tá Michael ikki fæst við tónleik er tað fótbóltur, ið er størsti áhugin. Hetta er fyrstu ferð hann luttekur í Grand Prix, og lagið hjá honum verður lýst sum ein pop-rock-sangur við brittiskum íblástri. 6. Amy Diamond Thank You Amy Diamond gjørdist kend í Svøríki, tá hon sum einans 13 ára gomul toppaði listarnar við hittinum "What's in it for me". Amy er fødd í Svøríki, men hevur búð í Onglandi stóran part av uppvøkstrinum. Hon gongur nú í níggjunda flokki og hevur leingi haft hug at veri við í Grand Prix, men í ár er fyrstu ferð hon er nóg gomul til tess. Sangurin hjá Amy er, sum teir sangir hon áður hevur sungið, lívligur við eitt sindur av old-school-kenslum. 7. Suzzie Tapper Visst finns mirakel Sangarindan og høvundin Suzzie Tapper, hevur fyrr luttikið í Grand Prix við sangum hon hevur skriva, men hetta er fyrstu ferð hon sjálv stendur á pallinum. Hon hevði eitt stórt hitt í Svøríki fyri nøkrum árum síðani, men er ikki serliga kend her. Sangurin hon luttekur við í ár er vakur og róligur við persónligum teksti. 8. Christer Sjögren I Love Europe Christer Sjøgren kenna tey flestu sum forsangarin í bólkinum Vikingarna. Hóast at hann hevur staðið á pallið síðani byrjanina av 70-unum, so er hetta fyrstu ferð hann er við í Grand Prix. Hann hevur seinastu árini veri sjónleikari í ymiskum filmum og musikalum, og givið fløgur við andaligum tónleiki út. Sangurin hann kappast við er ein typiskur svenskur Grand Prix sangur við heilum fýra tónahækkingum.