Í ár er føroyski útflutningurin úr Føroyum væl minni enn í fjør. Tað vísir ein uppgerð hjá hagstovuni, sum vit staðfstu her á www.in.fo.
Les eisini: Føroyski útflutningurin minkaður 200 milliónir
Hagstovan upplýsir somueiðis, at tað eru serliga fimm lond, sum keypa nógv tað mesta av føroyska útflutninginum úr Føroyum. Hagstovan sigur, at higartil í ár eru meiri enn helvtin av føroyska útflutninginum farin til nettupp hesi fimm londini.
Landið, sum keypir mest úr Føroyum, er USA, men Russland er á øðrum plássi. Tey bæði londini hava hvørt keypt fyrieina góða hálva milliard, ella 12 prosent av útflutninginum í part.
Bretland og Týskland hava keypt 11 prosent av útflutninginum hvør, og á fimta plássi er Danmark , sum hevur keypt sjey prosent av útflutninginum.
Tey fýra londini ovast á listanum, eru tey somu sum í fjør, men tá var Bretland ovast og USA nummar tvey, Týskland nummar trý og Russland nummar fýra.
Í fjør var Nigeria tað landið, vit útfluttu fimtmest til, men Danmark var á sætta plássi.
Hagstovan sigur, at útflutningurin til størsta keyparalandið, USA, er mestsum bara laksur, heili 99 prosent, og tað var tað eisini í fjør.
Fyri Týskland er myndin næstan tann sama, tí 80 prosent av tí, týskarar hava keypt úr Føroyum í ár, er laksur, men í fjør var laksurin 70 prosent av útflutninginum.
Hvat Russlandi viðvíkur er størri broyting hend hetta seinasta árið.
- Útflutningurin til Russlands er vaksin 21 prosent, sigur Hagstovan.
Í fjør varð mest útflutt av sild og makreli til Russlands og laksur var tá 10 prosent av útflutninginum. Higartil í ár er 44 prosent av føroyska útflutninginum til Russlands, laksur.
Tó er vlntandi, at so hvørt útflutningurin av makreli fer at vaksa, fer útflutningurin av makreli til Russlands eisini at vaksa, sigur Hagstovan. |