Hesi liðini eru víðari

1/16-finalur í Europa League: Lítið svenskt felag argaði Arsenal á Emirates.

Seinnu 1/16-finalurnar í Europa League hava verið í kvøld, og nú er greitt hvørji 16 lið hava spælt seg víðari til 1/8-finalurnar. Tilsamans vórðu 15 dystir spældir í kvøld, meðan ein varð spældur í gjár.


Danska FCK varð varpað úr Europa League eftir 1-0-tap á útivølli ímóti Altético Madrid í kvøld. Lítil spenningur var tó í dystinum, tí spanska liðið hevði vunnið fyrra dystin 4-1 í Telia Parkini.


Hitt norðurlendska felagið, svenska Östersunds FK, er eisini rokið út, men sigast má, at tað fall við æru. Östersunds FK var nevniliga eina góða løtu vóru á odda 2-0 á Emirates Stadium, men Arsenal fekk minkað um munin og er víðari við samlaðum 4-2-sigri.


1/16-finalur í Europa League:


CSKA Moskva – Crvena Zvezda 1-0 (samanlagt 1-0)

Lokomotiv Moskva – Nice 1-0 (samanlagt 4-2)

Atlético Madrid – FCK 1-0 (samanlagt 5-1)

Dynamo Kyiv – AEK Athen 0-0 (samanlagt 1-1)

Lazio – Steaua Bukarest 5-1 (samanlagt 5-2)

RB Leipzig – Napoli 0-2 (samanlagt 3-3)

Sporting Lissabon – Astana 3-3 (samanlagt 6-4)

Viktoria Plzen – Partizan Beograd 2-0 (samanlagt 3-1)

Villarreal – Lyon 0-1 (samanlagt 1-4)

Zenit Skt. Pætursborg – Celtic 3-0 (samanlagt 3-1)

AC Milan – Ludogorets Razgrad 1-0 (samanlagt 4-0)

Arsenal – Östersunds FK 1-2 (samanlagt 4-2)

Atalanta – Borussia Dortmund 1-1 (samanlagt 3-4)

Athletic Bilbao – Spartak Moskva 1-2 (samanlagt 4-3)

Braga – Marseille 1-0 (samanlagt 1-3)

Salzburg – Real Sociedad 2-1 (samanlagt 4-3)